Ring til okkum
Tlf. 22 30 21
SLITGIKT
niðurbróting av bróski millum liðirnar
Slitgikt er ein pínufull niðurbróting av bróskinum millum liðirnar. Orsøkirnar kunnu vera fleiri. Sjúkan kann vera arvalig, orsakað av yvirvekt ella overving av liðunum, arbeiði ella íðkan av ítrótti. Sjúkueyðkennini eru pína og rørslutarnan. Í fyrstani merkist pínan í sambandi við rørslu, men við tíðini kann pínan gerast kronisk.
Slitgikt er mest vanliga sjúkan í Europa og USA og ein av vanligastu orsøkunum til fyritíðarpensionering í ídnaðarlondum. Sjúkan er altíð ein samanseting av arvaeginleikum og nógvum endurtøkum av overvandi rørslum.
Sjúkan er degenerativ og ávirkar mekanisku rørslurnar í liðunum. Harumframt kann bruni elva til pínu og annars gera heilsustøðuna verri.
Allir liðir kunnu verða ávirkaðir av slitgikt, men oftast er talan um rygg, mjadnar, knø og fingrar – serliga tummilin.
MedCare veitir viðgerðir fyri slitgikt sum hava til endamáls at útseta tørvin ella heilt sleppa undan skurðviðgerðum. Vit nýta ultraljóð til staðfesting av sjúkustøðuni og tørvinum á viðgerð. Viðgerðin av slitgikt verður síðani samansett av fleiri viðgerðarhættum.
Viðgerðir
Serlækni í intern medisin, reumatologi og ítróttarmedisin
BRÚK FYRI HJÁLP?
Ring til okkara á telefon
22 30 21
ella send ein teldupost til