Akupunktur, sum er ein partur av TCM (Traditional Chinese Medicine) er ein holistiskur viðgerðarháttur, sum við at aktivera orkuna í kroppinum skapar javnvág og stuðlar undir kroppsins egnu lekingarmøguleikar.
Viðgerðin hóskar væl í samband við t.d autoimmuna sjúku, hormonelt órógv, fertilitetstrupuleikar, brátt íkomna og kroniska pínu, ítróttarskaðar, vøddaspenningar, migrenu og ovurviðkvæmi.
Eisini verður akupunktur nógv nýtt í samband við strongd, roykiavvenjing og fyri at minka um matarhugin.
Viðgerðin kann hava linnandi virknað á hjáárin av heilivági, eitt nú í samband við kemoviðgerð.
Ofta er akupunktur við til at stuðla undir vesturlendska læknaviðgerð og er í summum førum við til at minka um heilivágsnýtsluna.
Í viðgerðini verður eitt bland av av nútímans akupunktur-teknikkum og siðbundnum kinverskum akupunktur ofta nýtt.
Nútímans akupunktur er sera effektivt móti bæði kroniskari og akuttari pínu, eitt nú ítróttar- og overvingsskaðar, rennaraknø, overving av mjadnum, pínu í nakka, koyrlabrestskaða, hald í rygginum, iskiaspínu og tennis/golf-alboga.
Í samband við akupunkturviðgerð kann m.a. eisini vera nýtt:
-
Triggerpunkt akupunktur
-
Akupressur massaga
-
Cupping
-
Elektro stimulatión
-
Oyraakupunktur
-
AkuNova
-
NADA
Akupunkturviðgerðir
Akupunkturviðgerðir
Sjúkrarøktarfrøðingur og akupunktørur
BRÚK FYRI HJÁLP?
Ring til okkara á telefon
22 30 21
ella send ein teldupost til