Ring til okkum
Tlf. 22 30 21
SÁLARFRØÐI
METAKOGNITIV viðgerð
Ert tú strongdur? Kennir tú teg tunglyndan?
Stríðist tú við angist? Ert tú plágaður av tvangstankum?
Líðir tú undir lágum sjálvsvirði og vantandi trúgv uppá teg sjálvan? Kennir tú teg nervøsan í sosialum støðum?
Hugsar tú alt ov nógv, og er tað trupult hjá tær at vera til staðar í tí, tú gert?
Fyrr ella seinni í lívinum uppliva vit øll mótgongd, strongd og trupulleikar, sum yvirlit ikki fæst yvir. Alt eftir okkara persónsmensku og sosialu umstøðum reagera vit ymiskt uppá slíkar avbjóðingar. Summi eru meira harðfør enn onnur, og nógv skal til, áðrenn tey menna sálarligar trupulleikar. Hjá øðrum hjálpir tað at hava góðar vinir ella eina kerliga og skiljandi familju at tosa við.
Hjá onkrum er sálarliga byrðan ov tung og hevur kanska varað ov leingi. Her kann vera tørvur á at tosa við ein professionellan sálarfrøðing, sum er útbúgvin til at lurta eftir og hjálpa fólki við at loysa teirra sálarligu trupulleikar.
Í viðgerðini hjá mær lærir tú skjótt:
● At gerast minni stúrin og minni vavdur inn í negativ tankamynstur
● At forða negativum og ótespiligum kenslum at fylla so nógv í tínum lívi
● At halda fokus og at hugsavna teg í langa tíð
● At minka um sálarligan ampa og í staðin fokusera á positiv viðurskifti í lívinum
Autoriseraður sálarfrøðingur (Cand.psych.aut)
BRÚK FYRI HJÁLP?