Ring til okkum
Tlf. 22 30 21

MEDCARE HEILSUKANNINGAR
SUNNARI LÍVSSTÍL, FÆRRI SJÚKRADAGAR OG STØRRI LÍVSGLEÐI
MedCare bjóðar fyribyrgjandi heilsukanningar, gjørdar av serlæknum og sjúkrarøktarfrøðingum við drúgvum heilsufakligum royndum.
Tín heilsa og vælvera í miðdepilin
Ein heilsu- og lívsstílkanning kann geva eina ábending um, hvussu tín lívsstílur ávirkar teg og tín kropp, og við vegleiðing vera eitt amboð til at skapa nýggjar vanar. Heilsukanningin staðfestir ella avváttar ikki sjúku, men gevur eitt innlit í tína heilsustøðu og er við til at avdúka heilsuvandar og ein óhepnan lívsstíl.
Í samband við kanningina fært tú ein heilsufaldara við frágreiðing um kanningar og úrslit umframt útskrift av einum samlaðum heilsutali, eitt heilsuhjól og miðaltøl fyri hvørja einstaka máting.
Vit gøgnumganga øll úrslitini saman við tær, og veita vegleiðing og ráðgeving.
Kanningar:
-
Heilsuprofilkanning
-
Heilsukanning Stór (Klinisk kanning hjá serlækna í intern medisin, inkl. heilsuprofilkanning)
-
Gynækologisk kanning/UL-skanning hjá serlækna (tilval til Heilsukanning Stór/kliniska kanning hjá serlækna í intern medisin)
-
Dermatologisk kanning hjá serlækna í húð- og kynsjúkum (tilval til Heilsukanning Stór/kliniska kanning hjá serlækna í intern medisin)



Heilsuprofilkanning
Heilsuprofilurin er ein nágreinilig støðulýsing av tíni heilsustøðu. Profilurin inniheldur eitt heilsutal, heilsuhjólið og 18 heilsuparametrar.
-
Spurnarblað
-
Blóðtrýst/puls
-
Total kolesterol
-
Triglyserid
-
LDL og HDL
-
Blóðsukur
-
BMI
-
Feittprosent
-
Lungavirkni (spirometri)
-
SAT (iltmetningur í blóð)
-
Koliltumáting (roykjarar)
-
Kondital (Ventriject/SeismoFit)
-
Vøddamassi
-
Vøddastyrki
-
Viceralt feitt (búkhola)
-
Bodyage (kropsaldur)
-
Heilsutal


Heilsukanning Stór (Klinisk kanning hjá serlækna)
(inkl heilsuprofil)

Testir
(tilval til heilsukanning)
Calcium, Ferritin, Kobber, Magnesium, Mangan, Molybden, Selen, Zink, folinsyre, Vitamin B6, Vitamin B12
Vísur spesifikk IgE antievni móti 54 allergenum sum mat, djór, mottu, sopp og pollen
Kortisol, østradiol, østriol, progesteron, DHEA, testosteron
VITAMIN/MINERALTEST (HÁRMISSUR)
Kobber, Magnesium, Mangan, Molybden, Selen, Zink, folinsyre, biotin, ferritin, TSH (stofskiftehormon)
TARMMIKROBIOM+ AFFØRINGSTEST
Analysa av tarmmikrobiomet, og mikrobiologisk analysa av aerobe og anaerobe patogener, skimmel- og gersoppi, sodningarestum, α-1-antitrypsin, calprotectin, gallasýrur, pankreatisk elastase, sekretorisk IgA og zonulin
Kortisol profil og DHEA
Kortisol profil, adrenalin, noradrenalin, dopamin, serotonin, DHEA.
Greining av 22 aminosýrum, (9 essentielle og 13 ikki-essentielle)


