top of page

KUNNING OG RÁÐGEVING

eitt samstarv millum fakfólk og sjúkling

Okkara mál er at endurskapa og styrkja kroppin við próvgrundaðari viðgerð og tarna ávirkanini av sjúku, skaða og úrkynjan. 

 

Raðfestingin í viðgerðarætlanini er í so stóran mun sum gjørligt grundað á stimbran av menniskjans egnu lekingarmøguleikum og kropsjavnvág.

Útgreinan, kunning, viðgerð og ráðgeving

 

MedCare hevur, síðani viðgerðarstovan varð sett á stovn í 2010, havt fokus á nágreiniliga kanning og útgreinan, soleiðis at vit hava best møguliga vitanargrundarlagið undir okkara viðgerðum. Tí ein neyv diagnosa er avgerandi grundarlag fyri at veita røttu viðgerð og ráðgeving. 

Hjá MedCare hava vit tól av hægstu dygd til kanning og viðgerð av sjúku og skæðum.

Vit leggja stóran dent á at veita neyva kunning og ráðgeving um sjúku, skaða, fyribyrging og viðgerðargongd. At finna fram til sjúkueyðkenni og at viðgera sjúkuna er ein tilgongd, sum setur krøv til samstarvið millum okkum og sjúklingin. 

 

Okkara royndir vísa, at sjúklingurin fær bestu úrslit, um hann hevur ein forvirknan leiklut í sambandi við egna sjúku ella skaða og í sambandi við fyribyrging og viðgerð. Hetta krevur neyva kunning og ráðgeving, sum er lagað beinleiðis til tann einstaka sjúklingin.

Við okkara dugnaligu serfrøðingum, samstarvsfelagum og nýggjastu viðgerðar- og kanningartøkni, kunnu vit veita optimalar kliniskar kanningar og viðgerðir.

bottom of page