top of page
9063.png

HORMONKANNING

TEST og vegleiðing

Hormonir hava ein týðandi leiklut í mest sum øllum okkara likamligu funktiónum. Tað kann sammetast við eitt fínmekaniskt ur, har allir lutir spæla saman í javnvág og syrgja fyri, at kroppurin fær tað, honum tørvar - til røttu tíð og á rætta stað. 

 

Hormonellur ójavni
 

Ein kroppur í ójavnvág gevur boð frá sær við ymiskum eyðkennum:
 

  • PMS,

  • Fertilitetstrupuleikar,

  • Migræne, 

  • Upptúsnan,

  • Sodningartrupuleikum,

  • Angist og/ella tunglyndi

  • Vantandi orku, 

  • Vødda-/liðpínu.

  • Strongd

Lurta vit ikki eftir kroppinum, kann tað føra við sær sjúku og kroniskar trupulleikar.

EFeODWjJ_edited.jpg

Skiftisárini


Nógvar kvinnur koma ígjøgnum hesa broytingartíð uttan stórvegis trupulleikar, meðan aðrar kvinnur uppliva stórar neiligar broytingar, har dagligdagurin gerst sera trupul.

Heilsustøðan og lívsstílur hava eisini ávirkan á, hvussu tú kemur ígjøgnum hetta - í summum førum - avbjóðandi tíðarskeið í lívinum.

 

Eyðkenni í sambandi við hormonellar broytingar kunnu í summun førum merkjast longu um 30-35 ára aldur og kunnu halda á leingi eftir skiftisárini. Hetta kann vera alt frá "skavankum" til í nøkrum førum at vera nærum invaliderandi fyri kvinnuna.

Av tí at hesi eyðkenni eru individuell og fjølbroytt, er ikki altíð lætt at kenna orsøkina til teir heilsutrupuleikar sum eru til staðar.
Ofta førir hetta til angist og stúran fyri at hava fingið álvarsliga sjúku.

Menn og hormonir

 

Tað er ein sannroynd, at hormonnøgdin minkar við árunum, men hormonella ójavnvágin hjá monnum sæst nú fyrr enn nakrantíð áður.

 

Nógvir menn hava longu um 30 ára aldur eina ov høga nøgd av stresshormoninum cortisol (vegna strongd), og í summun førum ov lítið av testosteron. Hormonórógvandi evni, ið finnast allastaðni rundanum okkum í kremi, mati, plasti o.ø., hava østrogenvirkandi árin og tað merkir, at menn eru útsettir fyri meira østrogeni enn nakrantíð áður.

Tað kann merkja verri sáðgóðsku hjá yngri monnum og nógvar aðrar avbjóðingar hjá monnum í 40, 50, 60-unum.

SIRI SORE

Sjúkrarøktarfrøðingur og akupunktørur

BRÚK FYRI HJÁLP?

 

Ring til okkara á telefon


22 30 21

 

ella send ein teldupost til

medcare@medcare.fo

PRÍSIR FYRI VIÐGERÐIR

FÁ SAMBAND VIÐ OKKUM

bottom of page