Ring til okkum
Tlf. 22 30 21

KRONISK PÍNA OG PÍNUVIÐGERÐ
Linnan og viðgerð
við og uttan heilivág
Kronisk pína kann koma av eini vanlukku, eini skurðviðgerð ella sum ein avleiðing av sjúku. Ofta versnar lívsgóðskan munandi av áhaldandi pínu. Í Danmark og Norðurlondum eru 19% av teimum vaksnu rakt av kroniskari pínu, t.e. pínu, ið hevur vart longri enn 6 mánaðir.
Pínuviðgerð
Jú fyrr nakað verður gjørt við hetta, jú betri. At vera nívdur av áhaldandi pínu ávirkar sambandið við familju, vinir og starvsfelagar, sum kunnu hava trupult við at skilja, hvussu áhaldandi pína tekur upp á megina og sálarliga yvirskotið.
Viðgerðin er lagað til tín tørv og tína støðu. Vit meta um fjøltættið í tíni pínustøðu sambært tí bio-psyko-sosiala modellinum og kunnu hjálpa tær víðari til eina tvørfakliga greining.

Dentur verður lagdur á at geva tær tey bestu amboðini
til at megna eina tilveru við pínu
-
Linnan og viðgerð av áhaldandi pínu við ella uttan heilivág
-
Viðgerð við aktivum hættum at linna um pínu, har kostur og venjing eru týðandi lutir í royndini at geva tær bestu møguleikarnar fyri at fáa ein betri lívsgóðsku
-
Viðgerð við akupunktur og TENS (Transcutan Electric Nerve Stimulation)
-
Tillaging av aktivitetsstøði og upplæring í at taka atlit til atferð, ið hevur samband við pínu
-
Innlit í kropp, atferð og sálarligar mekanismur, soleiðis at ein betri er førur fyri at handfara pínu
-
Amboð at økja um lívsgóðskuna við viðurkenning og vitan um pínu
-
Viðgerð av angist, tunglyndi og lágum sjálvsvirði orsakað av pínu
-
Vegleiðing í sjálvhjálp og samstarvi við heilsumyndugleikar og sosialar myndugleikar/arbeiðsgevar
-
Útskrivan av skjølum og læknaváttanum

Serlækni í anestesiologi og pínumedisini