Ring til okkum
Tlf. 22 30 21
REUMATOLOGI
skjót sjúkuavgerð og viðgerð
Reumatologi er læran um staðfesting og viðgerð av sjúkum í rørsluapparatinum. Talan kann vera um bindivevssjúkur, ryggpínu, gikt, slitgikt ella skaðar vegna overving.
Giktasjúkur
Giktasjúkur verða vanliga bólkaðar sum annaðhvørt inflamatoriskar ella degenerativar. Giktasjúkur eru ikki beinleiðis arvaligar, men arvaligir faktorar kunnu hava ávirkan, tá sjúkan mennist. Aðrir ávirkandi faktorar eru stress, lívsstílur, royking, kostur, sosialir faktorar og aðrar sjúkur og støður, sum økja um vandan fyri at sjúkan mennist.
Orsøkirnar til inflamatoriskar ella brunakendar giktasjúkur (reumatologiskar sjúkur) eru broytingar í immunverjuni, ið hevur við sær at bruni kemur í kroppin. Brunin leggur eftir vevnaðinum og rakar sum oftast liðir, spengur og húð, men kann eisini raka eygu, lungu, tarmar, nýru og kør.
Sambært læknafrøðiligum yvirlitum eru skrásett fleiri enn 200 ymisk sløg av giktasúkum.
Tann mest vanliga inflamatoriska giktasjúkan í Føroyum er liðagikt, (reumatoid arthritis) psoriasisgikt og inflammatorisk giktasjúka í rygginum (spondyloarthritis).
Staðfesting av giktasjúkum fevnir um samrøðu, kliniska kanning, blóðroyndir og skanning. Medcare bjóðar serkønar kanningar við ultraljóði, sum er eitt alneyðugt amboð til staðfesting og útgreining av giktasjúkum. Um neyðugt kanna vit eisini vætu úr liðunum við polariseraðum optiskum mikroskopi.
Spondylarthritis (SpA)
Er felags heitið fyri eina røð av giktasjúkum:
-
Mb. Bechterev
-
Psoriatisk SpA
-
Juvenil arthrit (barnagikt)
-
Reaktiv arthritis
-
Enteropatisk SpA (Mb. Chron og ulcerativ collitis)
-
Entesopatisk SpA (gikt í senum)
-
Óspecifik SpA
Hartil eru fleiri systemiskar bindivevnaðarsjúkur so sum Lupus ella giktasjúkur í bloðkørum – eisini organum – og reumatisk polymyalgi.
Undir giktasjúkur hoyra eisini sonevndar metaboliskar sjúkur:
-
Urinsýrugikt
-
Pyrofosfat arthrit
-
Hæmokromatose
Giktasjúkur ella tarn av hesum kunnu lýsast sum hormonell órógv ella í nøkrum førum sum fyrstu eyðkennini við krabbameinssjúkum (paraneoplastisk syndrom).
Kronisk lið- og giktapína kann eisini gera seg galdandi í samband við fibromyalgi, kroniskt troyttheits syndrom og kroniskt pínusyndrom.
Hypermobilitets syndrom, sum er arveligt kann eisini verða atvoldin til kroniska liðapínu og økja um risiko fyri slit.
Giktasjúkur eru dømi um polymorfismu, sjúkueyðkennini líkjast nógv, og tí er ofta trupult at staðfesta og bólka sjúkuna. Hóast blóðroyndir og røntgenmyndir ikki vísa sjúkueyðkenni, útilokar hetta ikki giktasjúkur.
Tað er vanligt, at giktasjúk kenna pínu og møði.
Ryggsjúkur
Sjúkueyðmerking og sjúkur í ryggi orsakað av:
-
SpA
-
Overvan
-
Degenererandi ryggsjúkum
-
Skeivum vakstrarlagi í rygginum
-
Mb. Forestier
-
Mb. Scheuermann
-
Kropsburði
-
Myosum
-
Diskus (prolaps,degeneration,discopati)
Serlækni í intern medisin, reumatologi og ítróttarmedisin
BRÚK FYRI HJÁLP?
Ring til okkara á telefon
22 30 21
ella send ein teldupost til