top of page

MEDISINSK GIKTAVIÐGERÐ

skjót  sjúkuavgerð og viðgerð 

INFLAMMATORISKAR GIKTASJÚKUR

Medisinsku viðgerðarhættirnir eru grundaðir á skjóta og strategiska sjúkuavgerð, soleiðis at viðgerðin byrjar skjótast gjørligt. Hetta minkar um sjúku- og hjáárin, umframt at sjálv heilivágsviðgerðin gevur best møguligu úrslit. 

Skjót staðfesting av sjúkuni er tí týdningarmesti faktorurin, tá effektiv viðgerð skal setast í verk, umframt at hetta minkar um møguligar skaðar og sjúkuárin annars. 

 

Granskingarúrslit vísa í fleiri førum, at tess skjótari sjúkan verður staðfest og rætta viðgerðin sett í verk, tess betri er úrslitið av viðgerðini. Harvið er vandin fyri kroniskari sjúkustøðu og tørvurin á heilivági minni. Skjót eyðmerking av sjúkuni merkir størri møguleika fyri at fáa giktasjúkuna at brenna út, soleiðis at viðgerðin við heilivági gerst óneyðug.

 

Eingin giktasjúka kennist eins og tí er altíð talan um serstakar viðgerðir. Strategisk giktaviðgerð er læknavísindalig sergrein, sum hevur verið fyri stórari menning seinastu tvey áratíggjuni og í dag finnast fleiri sløg av heilivági og samamsetingar av ymsum viðgerðarhættum.

Giktasjúkur kunnu ikki grøðast við medisinskari viðgerð, men sjúkan kann brenna út av sær sjálvum. Fokus er tí á avmarking av skaðiligum árinum av sjúkuni og betran av funktionellum evnum og lívsgóðsku.

 

Sostatt ber í dag til, at liva við gikt uttan invaliditet ella minkan av likamligum funktiónum.

 

Kostur og lívsstílur kunnu ávirka inflamatoriskan/reumatologiskan sjúkuaktivitet, men í fæstu førum slepst tó undan medisinskari viðgerð, sum hevur til endamáls at minka um brunan. 

Heilivágur

  • NSAID (Non Steroid Antiinflamatorisk Drug)
    vanliga rópt giktaheilivágur (Voltaren, Diclofenac, Brufen, Arthrotec , Arcoxia, Naproxen o.s.fr.) er fyrstaval, tá talan ikki er um framhaldandi viðgerð yvir longri tíðarskeið. NSAID viðgerð í longri tíðarskeið er ikki uttan váða, serliga hjá eldri fólkum. Tað verður tí viðmælt, at NSAID viðgerð verður restriktivt skamtað. Talan er her um taktiska og ikki strategiska viðgerð.
  • Steroid (Prednison, nýrakolsbørk/bynirebark hormon)"
    viðgerð er ein sera máttmikil viðgerð til fleiri sjúkur og sjúkueyðkenni, millum annað til viðgerð av giktasjúkum. Hjá frískum vaksnum fólki framleiðir kroppurin 7,5 mg nýrakolsbørk um dagin. Nýrakolsbørk verður eisini rópt stress-hormon. Steroid viðgerð hevur týðandi leiklut í nútúmans giktaviðgerð og diagnostikki. Bæði systemiskt (sproytur, tablettir ella intravenøst drop) og lokalt sum blokada við beinleiðis ávirkan á liðirnar. Diagnostiskt til metan av responsi og viðstøðu við ikki eyðmerktari brunasjúku Sum viðgerðarháttur saman við aðrari viðgerð – serliga tíðliga í viðgerðartilgongdini Induktiónterapi sum drop til stórar skamtir tá talan er um systemiskar giktasjúkur – t.d. gikt í æðrum Sum grundviðgerð, aloftast sum fyrsta val til viðgerð av eitt nú vøddagikt Lokal blokada í liðum ella sinum við inflamatoriskum giktaaktiviteti Orsakað av møguligum skaðaárinum verður steroid-viðgerð bert nýtt taktiskt og í varligum skamtanum undir neyvum læknaligum eftirliti.
  • Fiskaolja/omega 3 og Kurkuma
    eru náttúruheilivágir, sum í ávísan mun kunnu minka um liðagikt-virksemi, og eisini kunnu tey linka um pínu av slitgikt. Kurkuma kann hartil styrkja immunverjuna sum heild, serliga hjá fólki har liðagikt støðugt hóttir immunverjuna. Heilivágurin fæst í kapslum.
  • CST (Conditioned Serum Tecnology)
    er ein viðgerð fyri inflammatoriska sjúku sum t.d Meiners sjúku, Psoriasisgikt, i nflammatoriska tarmsjúku og giktsjúku. CST er eitt serligt blóðserum, sum inniheldur antistoffir sum hæmma inflammatión í kroppinum. Í samband við framleiðsluna av CST, økist mongdin av interleukin-1 reseptor antagonist (IL-1Ra) við faktor 10 og MicroRNA við faktor 1000, sum eru potentir hæmmarar í samband við inflammatoriskari sjúku.
  • LDN (Low Dose Naltrexone)
    er eitt medikament sum vanliga verður nýtt til viðgerð av opiat avhengiheit, har nøgdin/dosis sum nýtt verður er 50-300 mg pr.dag. Í samband við viðgerð við Low Dose Naltrexone (lág mongd naltrexone) verður nýtt 0,5-4,5 mg pr. dag. Í lágari dosis hevur tað víst seg, at Naltrexone hevur góðan virkna í samband við áðrin av autoimmunari sjúku, t.d. giktasjúku, stoffskiftissjúku o.a. Kanningar vísa, at viðgerðin hevur góðan linnandi virkna í samband við kroniskar pínustøður.
  • DMARD (Disease Modificerende Anti Reumatic Drugs)
    er strategisk grundviðgerð av næstan øllum inflamatoriskum giktasjúkum. Viðgerðin verður givin einsæris ella saman við øðrum viðgerðum, eitt nú við biologiskum heilivági. DMARD heilivágur eru eitt nú Methotrexat (tablettir ella sproyta), Salazopyrin, Plaquenil, Ergoquin, Sandimun, Sendoxan, Arava, Cellcept, Tacrolimus umframt eldri sløg av heilivági sum Penicillamin og gull preparat ( Myocrysin og Ridaura).
  • Biologiskur heilivágur
    vann fram mitt í 90´unum sum nýggjur viðgerðarháttur innan giktaviðgerð. Viðgerðar(princip) er blokering av ymiskum autoimmunum sjúkuprocessum (interlukinir, TNF, B-cellur, T-cellur og JAK) Hetta snýr seg um heiligvág sum krevur nágreinuliga monetorering av virkna og møguligum hjáárinum.

Eftirlit og uppfylging


Viðgerð við DMARD og biologiskum heilivági kann hava hjáárin og krevur tí neyvt eftirlit av læknum og/ella sjúkrasystrum við royndum og servitan innan giktaøkið.

Giktasjúkan er broytilig, og tí er neyðugt við neyvari uppfylging, so viðgerðin um neyðugt kann tillagast.

 

Viðgerð av øðrum giktasjúkum


Urinsýrugikt kann ofta linkast við røttum kosti, men ofta krevst medisinsk viðgerð í akuttum støðum við NSAID, steroid, indometacin, probenecid ella kolkicin og, tá talan er um fyribyrgjandi viðgerð, alopurinol og febuxostat.

 

Osteoporose har viðgerðin verður grundað á kálk og D-vitamin ískoyti, umframt at bisfosfanat verður nýtt sum fyribyrgjandi viðgerð. 

Eisini kunnu nýggj og máttmikil sløg av heilivág við regenerativum eginleikum nýtast (Forsteo).

Slitgikt


Náttúruheilivágur kann í nøkrum førum linka um pínu av slitgikt.

Ingifer kann linka um pínu av slitgikt. Vísindaliga er tó bert prógvað, at hetta linkar um slitgikt í hondunum.

Glukosamin hevur skjalfesta ávirkan á slitgikt í knøum. Hetta tó treytað av, at sjúklingurin tolir viðgerðina og at viðgerðin ikki ávirkar sukurinnihald í blóði, kolestorol og blóðtrýst. 

Sum heild verður mælt til, at talan fyrst er um royndarviðgerð í 3 mánaðir. Um úrslitið er nøktandi, kann viðgerðin halda fram í 3 ár

Synvisc (hyaluronsýra) verður sproytað í liðirnar, og hevur í nógvum førum góðan virkna.

Medisinsk viðgerð av slitgikt er avmarkað til pínulinnandi viðgerð við Paracetamol, NSAID (sí omanfyri) og møguliga við eftirgjørdum morfika heilivági.

Lokal steroidviðgerð (blokada) kann í ávísum førum geva munandi pínulinnan, men í flestu førum minkar ávirkanin, um viðgerðin verður endurtikin yvir longri tíðarskeið.

Tað kann hava skaðalig hjáárin, um blokaduviðgerð áhaldandi verður nýtt í sama liði, og tí verður hetta ikki viðmælt.

PERO SORE

Serlækni í intern medisin, reumatologi og ítróttarmedisin

BRÚK FYRI HJÁLP?

 

Ring til okkara á telefon


22 30 21

 

ella send ein teldupost til

medcare@medcare.fo

PRÍSIR FYRI VIÐGERÐIR

FÁ SAMBAND VIÐ OKKUM

bottom of page