HÚÐ- OG HÁRVIÐGERÐ | Medcare
top of page

​HÚÐ OG HÁRVIÐGERÐ

stimbran av kropsins egnu regenerativu møguleikum

Út frá eini hugsjón um heildarviðgerð og fyribyrgjan bjóðar MedCare eina røð av húð og hár viðgerðum, sum allar verða framdar av serútbúnum lækna og sjúkrarøktarfrøðingi.

Serviðgerðir


Vit bjóða slóðbrótandi og virknar viðgerðir, sum í størst møguligan mun eru grundaðar á stimbran av kropsins egnu regenerativu møguleikum, eitt nú stammkyknustimbran/PRP/Bio-PRF, shockwave, dermapen (micro-needling),

LED-ljós o.a.

Heildarhúðviðgerð og røkt

Í samband við viðgerð verður atlit tikið til heilsustøði, lívsstíl og kost. Vit leggja dent á at vegleiða í mun til kost, vitaminir/mineralir, kostískoyti o.a, sum er til gagn fyri júst teg.

Avbjóðingar sum t.d sjúka, strongd, hormonellar broytingar, ovurviðkvæmi, hava eisini árin á húð, hár og bindivevnað.

 

Í hesum sambandi kunna vit bjóða heilsukanningar og ymiskar testir, m.a

 

Skanning av húð    


Vit nýta nýggjastu kanningartøkni til at skanna húðina áðrenn viðgerðin byrjar og eftir at úrslitið fyriliggur.

Á tann hátt kunna vit nágreinuliga síggja standin av húðini árðenn viðgerð, og eftirfylgjandi meta um úrslit.

Samantvinnan av viðgerðum    


Møguleiki er fyri at seta saman ymiskar viðgerðir, alt eftir tínum ynski og tørvi.

 

Viðtala (ókeypis og óbindandi)

Tú er vælkomin til eina ókeypis og óbindandi viðtalu, har vit kunnu tosa um hvørjir møguleikar eru, og hvat er best fyri júst teg.

dutch-complete-hormone-test.jpeg

SIRI SORE

Sjúkrarøktarfrøðingur og akupunktørur

BRÚK FYRI HJÁLP?

 

Ring til okkara á telefon


22 30 21

 

ella send ein teldupost til

medcare@medcare.fo

PRÍSIR FYRI VIÐGERÐIR

FÁ SAMBAND VIÐ OKKUM

bottom of page