PRP/Bio-PRF (Hárviðgerð)
top of page

PRP/Bio-PRF (Hárviðgerð)


PRP/Bio-PRF er ein sera virkin viðgerð fyri hármiss og tunnan hárvøkstur hjá monnum og kvinnum. Viðgerðin kann eisini nýtast til skegg og eygnabrýr.


PRP/Bio-PRF viðgerð støðgar byrjandi hármiss (alopecia) og stimbrar hársekkirnar soleiðis, at hár veksur aftur, tú fært tættari hárvøkstur og betri hárgóðsku. Kanningar hava víst, at PRP/Bio-PRF er tann einasti viðgerðarháttur, umframt hártransplantatión, sum hevur bestu effekt móti hármissi.


Hvat er PRP/Bio-PRF?

PRP/Bio-PRF er stytting fyri Platelet Rich Plasma/Fibrin. Viðgerðin verður eisini nýtt innan ortopedi og ítróttarmedisin, umframt í samband við hár og húðviðgerð.

Felagsnevnarin er, at hetta er ein regenerativ-viðgerð, við tíni egnu vakstrarmegi, har evnini hjá kroppinum at endurgera seg eru grundarlagið undir viðgerðini.


PRP/Bio-PRF ávirkar fleiri regenerativar faktorar og stimbrar fibroplastkyknum, sum framleiða kollagen og elastin, og nøra hársekkirnar.

Talan er um kollveltandi reparatiónsskipan, sum staðsetur vakstrar-/regenerativar faktorar júst har, sum kroppurin tørvar tær.


Viðgerðin er grundað á stimbran og endurskapan av beinagrind, vøddum, feitt, húð og hár. Alt faktorar, sum eru partur av okkara lekjan og elding. 

Hvussu gongur viðgerðin fyri seg?

Talan er um eina heilt natúrliga viðgerð, har vit nýta títt egna blóð, ið verður sentrifugerað, soleiðis at blóðpláturnar verða tiknar frá, og síðani sprændar inn í økið, sum skal viðgerðast.

Doyvandi krem verður lagt á hárbotnin í umleið hálvan tíma undan sjálvari viðgerðini, sum tekur umleið hálvan tíma. PRP/Bio-PRF verður lagt inn í hárbotnin við tunnari nál og verður stemplað inn í húðina við at nýta Dermapen (micro-needling).


Fyri at fáa optimalan virkna er neyðugt við 3 viðgerðum, við einum mánaði ímillum hvørja viðgerð. Fyri at halda virknaðin við líka, verður viðmælt at fáa eina viðgerð um árið.

LED-ljós viðgerð

PRP/Bio-PRF kann við fyrimuni kombinerast við LED-ljós viðgerð.


LED-ljós viðgerð ”kick-startar” kyknufunktión og stuðlar nyggjan kyknuvøkstur, m.a til nygerð og aktivering av hárfolliklum.

Hetta ger at kombinatiónin PRP/Bio-PRF og LED-ljósterapi, er ein sera góð og virkin hárstimulerandi viðgerð.


Hormon, vitamin/mineral, og stresstest

Møguleiki er fyri at fáa gjørt eina vitamin/mineral hártest (blóðroynd) og eina hormonkanning (inkl. stresstest)

Hesar kanningar kunna staðfesta møguligan mangul ella ójavnvá, sum í ávísum førum kunna vera ein orsøk til hármiss og tunnan hárvøkstur hjá bæði monnum og kvinnum.


Prísur

PRP/Bio-PRF (3 viðgerðir og 3 LED-ljósviðgerðir): 12.000,-

Viðlíkahaldsviðgerð: 3.500,-

 

bottom of page