top of page

MEDCARE HEILSUKANNINGAR

SUNNARI LÍVSSTÍL, FÆRRI SJÚKRADAGAR OG STØRRI LÍVSGLEÐI

MedCare bjóðar fyribyrgjandi heilsukanningar til fyritøkur og einstaklingar, gjørdar av serlæknum og sjúkrarøktarfrøðingum við drúgvum heilsufakligum royndum.

Ein heilsu- og lívsstílkanning kann geva eina ábending um, hvussu tín lívsstílur ávirkar teg og tín kropp, og við vegleiðing vera eitt amboð til at skapa nýggjar vanar. ​Heilsukanningin staðfestir ella avváttar ikki sjúku, men gevur eitt innlit í tína heilsustøðu og er við til at avdúka heilsuvandar og ein óhepnan lívsstíl.

Kanning á fyritøkuni


Vit koma út á tína fyritøku at gera heilsukanningar og veita heilsufakliga vegleiðing og ráðgeving til leiðslu og starvsfólk.

Heilsukanningar kunnu samansetast og tillagast eftir tørvinum á arbeiðsplássinum og um ávís ynski eru, finna vit eina loysn.

Í samband við heilsukanningar fáa øll starvsfólk útskrift av kanningarúrslitum og vegleiðing. Ein frágreiðing verður latin starvsfólkinum við viðmerkingum og tilmælum saman við heilsufaldara við frágreiðingum um einstøku mátingarnar.

 

Starvsfólk sum gera Heilsuprofilkanning fáa harumframt útskrift av heilsuhjóli og útroknað heilsutal.

Medcare_Heilsukanning_Logo_BLK.png
heilsuhjol.png

Heilsuprofilur​in

Heilsuprofilurin er ein nágreinilig støðulýsing av heilsustøðuni hjá starvsfólkunum. Profilurin inniheldur eitt heilsutal, heilsuhjólið og 15 heilsuparametrar.

Heilsukanningin kann eitt nú brúkast í samband við heilsufremjandi tiltøk. Við regluligum kanningum sæst, um støðan broytist yvir tíð. 

heilsukanningar til fyritøkur

Talva-kanningar.png

Heilsukanning Basis, Heilsukanning Basis+ og Heilsuprofilur verða gjørdar hjá fyritøkuni, meðan Heilsukanning Stór verður gjørd í MedCare klinikkini.

 

Møguleiki er at samanseta kanningar eftir ynski og tørvi. Set teg í samband við okkum fyri at hoyra nærri um prísir og møguleikar

 

 

Tilval til heilsukanningar

 

Gynækologisk kanning/UL-skanning hjá serlækna (tilval til Heilsuprofilkanning og Heilsukanning Stór)

 

Dermatologisk kanning hjá serlækna í húð- og kynsjúkum (tilval til Heilsuprofilkanning og Heilsukanning Stór)

 

Fyrilestur á fyritøkuni

 

Fyrilestur & Verkstova við Kristian Eli Andersen

Royndi sálarfrøðingurin, Kristian Eli Andersen heldur javnan verkstovur, fyrilestrar og skeið fyri fyritøkum, stovnum og arbeiðsplássum kring landið.                            

 

Endamál: Betra um arbeiðsgleðina, sleppa undan strongd og økja um avrikini.

 

Verkstovan er til smærri ella størri bólkar og varðir 3 tímar, har undirvíst verður í ítøkiligum amboðum og mentalum førleikum, sum starvsfólk sjálvi kunnu gera sær dalt av til at betra um arbeiðsgleðina, sleppa undan strongd og økja um avrikini.

 

Møguleiki er eisini fyri at velja skeið, ið varða longri, ella ein fyrilestur sum varðir umleið 1 tíma.

Fyrilestur  við Toni Dam

Toni hevur livað eitt virkið lív við brennandi áhuga í ítrotti og við stremban eftir nýggjastu vitan innan bæði sálarliga og kropsliga ítrottarvitan.

Royndirnar eru drúgvar innan kropsliga heilsu, venjing og vælveru.

Fyrilestur: Hvussu kann eg eldast, uttan at gerast gamal

 

Fyrilesturin tekur saman um vanligu heilsugongdina, tá vit eldast. 

  • Hvat hendir og hví tað hendir? 

  • Hvat kanst tú gera fyri at fyribyrgja vanligu gongdini? 

  • Hvørji kostískoyti kunnu viðmælast og hví?

  • Hvat sigur vísundin?

  • Hvørji heilsuráð rigga og hvørji rigga ikki. 

 

Sjálvur fyrilesturin er  35 minuttir og aftaná er møguleiki at seta spurningar.

Aðrar kanningar
(tilval til heilsukanning)

VITAMIN STATUS

Calcium, Ferritin, Kobber, Magnesium, Mangan, Molybden, Selen, Zink, folinsyre, Vitamin B6, Vitamin B12

​​ALLERGITEST

Vísur spesifikk IgE antievni móti 54 allergenum sum mat, djór, mottu, sopp og pollen

​​

HORMONTEST

Cortisol, østradiol, østriol, progesteron, DHEA, testosteron

VITAMIN/MINERAL TEST (HÁRMISSUR)

Kobber, Magnesium, Mangan, Molybden, Selen, Zink, folinsyre, biotin, ferritin, TSH (stofskiftehormon)

STRESS TEST 

Kortisol profil

STRESS TEST+

Kortisol profil, adrenalin, noradrenalin, dopamin, serotonin, DHEA, østradiol, progesteron, testoteron

TARMMIKROBIOM+ AFFØRINGSTEST

Analyse af tarmmikrobiomet, samt mikrobiologisk analyse af aerobe og anaerobe patogener, skimmelsvampe og gærsvampe, fordøjelsesrester, α-1-antitrypsin, calprotectin, galdesyrer, pankreatisk elastase, sekretorisk IgA og

zonulin

AMINOSÝRU TEST

Greining av 22 aminosýrum, (9 essentielle og 13 ikki-essentielle)

SIRI SORE

Sjúkrarøktarfrøðingur og akupunktørur

PRÍSIR FYRI HEILSUKANNINGAR

FÁ SAMBAND VIÐ OKKUM

PERO SORE

Serlækni í intern medisin, reumatologi og ítróttarmedisin

bottom of page