top of page
1469461160_682662_1469461616_noticia_nor

ÍLEGUKANNINGAR

Føroyakanningin

Í samstarvi við føroysku ílegu-starvsstovuna Amplexa Genetics í Odense gevur MedCare tær møguleikan at lata teg ílegukanna fyri 12 sjúkur, sum vísa seg við serstakliga høgum títtleika í Føroyum.

Ílegukanningar fyri sjúkur við høgum títtleika í Føroyum

Sjúkurnar eru væl kendar í Føroyum og eru sokallaðar ‘víkjandi sjúkur’. At sjúkan er víkjandi merkir, at sjúku úrbregði skal arvast frá báðum foreldrunum, fyri at sjúkan vísir seg. Tísikil kann mann vera berari av ílegubreði uttan at hava sjúkueyðkenni.

 

Um sjúkuberi finnur sær maka við sama úrbregði, so eru sannlíkindini stór at fáa sjúk børn. Og sannlíkndini fyri at tað hendir eru størri, tá so nógv í sama landi eru í ætt.

 

Eru bæði foreldrini berarar, so er tað sannlíkt, at helvtin av børnunum eru berarar og ein fjórðingur eru sjúk, meðan seinasti fjórðingurin ikki ber úrbregðið.

 

Fleiri av føroysku sjúkunum kunnu viðgerast, um viðgerðin byrjar tíðliga. Eitt nú kunnu CTD og HLC5 báðar viðgerast við kostískoyti. Aðrar sjúkur kunnu ikki lekjast, men tá kann viðgerð kanska linna um møguligar komplikatiónir - um sjúkan verður uppdagað nóg tíðliga.

Kanningarnar verða gjørdar hjá MedCare

PERO SORE

Serlækni í intern medisin, reumatologi og ítróttarmedisin

BRÚK FYRI HJÁLP?

 

Ring til okkara á telefon


22 30 21

 

ella send ein teldupost til

medcare@medcare.fo

PRÍSIR FYRI VIÐGERÐIR

FÁ SAMBAND VIÐ OKKUM

bottom of page