top of page
Image by Geert Pieters

VENJING OG KOSTVEGLEIÐING

Styrkjandi og fyribyrjandi

Venjing og kostvegleiðing eru týdningarmiklir tættir í at fremja heilsu og fyribyrgja sjúkur. Røtt venjing styrkir kroppin, betrar orku og førleikar, meðan kostvegleiðing tryggjar, at kroppurin fær røttu evnini at virka og mennast. Í felag kunnu hesi bøta um lívsgóðsku og stuðla undir fyribyrgjandi og endurbyggjandi viðgerð.

MedCare hevur heilsufakligt samstarv við Toni Dam, sum hevur servitan og drúgvar royndir innan persónliga venjing, kostvegleiðing og mangt annað.

Toni hevur livað eitt virkið lív við brennandi áhuga fyri ítrótt og við stremban eftir nýggjastu vitan innan bæði sálarliga og kropsliga ítróttavitan. Royndirnar eru drúgvar innan kropsliga heilsu, venjing og vælveru.

Arbeiðsøkið fevnir m.a um persónliga venjing, kostráðgeving og fyrilestrar fyri fyritøkum og stovnum.

 

Hann er altjóða góðkendur innan EuropeActive (EREPS 4), er útbúgvin persónligur venjari og fitness instruktør, og hevur harumframt loyvisprógv sum kostráðgevi. Hann hevur luttikið sum venjari í fleiri granskingarverkætlanum.

 

Toni hevur bakgrund sum yvirsergentur í donsku verjuni og hevur verið á aspirantskeið í Jægerkorpset. Hann hevur umboðað danska landsliðið í riffluskjóting og 5-kampi, hevur svarta beltið í karate og hevur vunnið HM silvur, EM gull og silvur, DM Silvur, og FM gull, silvur og bronsu í inniróðri.

Les meira á www.toni.fo

Medcare_Netverkið_Logo_BLK.png
ToniLogo_Green_2x.png
Medcare toni dam.jpg

TONI DAM

Personligur venjari og kostvegleiðari

BRÚK FYRI HJÁLP?

Ella ring á telefon 22 60 80

VIÐGERÐIR

bottom of page