Ring til okkum
Tlf. 22 30 21
HEILSUVÁTTANIR
til krevjandi vinnur
Í offshore-, kavara- og sjóvinnuni er týdningarmikið at hava góða heilsu. Partvíst tí at í onkrum førum er langt til hjálp um mann gerst sjúkur, men eisini tí, at summi arbeiði innan hesar vinnur eru serliga krevjandi fyri heilsuna
Kjarnutænastan hjá sjóvinnulæknanum er at skriva heilsuváttanir í offshore-, kavara- og sjóvinnuni. Kanningin verður framd og ein meting gjørd, um krøvini til heilsuváttan eru møtt. Í ávísum førum er tørvur á at gera ella fáa ávísing til fleiri kanningar.
Tað er okkara mál at veita eina skjóta og góða tænastu. Vit royna at svara áheitanum beinavegin og um neyðugt er við heilsukanningum eitt nú um kvøldið ella í viksuskiftum, royna vit eisini at ganga hesum á møti.
Eisini kunnu aðrar heilsuváttanir til t.d. koyrikort, skúla ella trygging eisini skrivast.