Laser viðgerð (Low Level Laser Therapi) er ein ikki-invasiv viðgerð, sum verður brúkt til at stuðla hárvøkstri og betra um hártættleikan hjá kvinnum og monnum.
Viðgerðin verður alsamt meira viðurkend sum ein munagóð viðgerð fyri at stimbra hárvøkstur. Viðgerðin verður ofta nýtt saman við øðrum viðgerðum fyri at økja um virknaðin.
Vanligastu bylgjulongdirnar, sum verða nýttar, eru í reyða ella nær-infrareyða spektrinum (650-900 nm), sum verða effektivt upptikin av kyknum.
Ikki-invasivt og pínuleyst
Stimbrar hársekkir, tættari hárvøkstur og betri hárgóðsku.
Hóskar til menn og kvinnur
Low Lewel Laser Therapi ber ljósorku til hárbotnin, sum fer ígjøgnum húðina og stimbrar hársekkirnar:
Økir um blóðrensli: Betrar um levering av súrevni og føðsluevnum til hársekkirnar.
Styrkjur kyknuvirksemi: Nørur og stimbrar hársekkirnar til at skifta inn í virknu vakstrarfasuna (anagenfasan)
Minkar um inflammatión: Hjálpir til at skapa eitt sunnari umhvørvi til hárvøkstur.
Samantvinnan av viðgerðum
At kombinera LLLT við ørðum viðgerðum kann ávirka fleiri mekanismur sum gera seg galdandi í samband við hármiss, og betra um úrslitið av viðgerðini.
Laser viðgerð + PRF-viðgerð
PRF-injektiónir stimbra vakstrarfaktorar og viðgerðarmekanismur í hárbotninum, og fylla út stimbranina hjá LLLT av frumuorkuni.
At kombinera PRF við LLLT kann skunda undir endurvøkstur og betra um hárgóðskuna. PRF-viðgerðin miðar eftir djúpari follikulær endurnýggjan.
Laser viðgerð + Minoxidil
LLLT stimbrar kyknuvirksemi í hársekkjunum, og stuðlar vøkstrinum, meðan minoxidil økir um blóðrenslið til hárbotnin og leingir um vakstrarfasuna hjá hárinum.
Kanningar vísa, at tað at seta LLLT saman við minoxidil gevur betri úrslit enn hvør viðgerð einsamøll, við betri hártættleika og tjúgd.
Laser viðgerð + Dermapen (mikroneedling)
Dermapen viðgerð skapar mikroskaðar í hárbotninum, sum stimbra viðgerðar- og vakstrarfaktorar. Tá ið tað verður parað við LLLT, økir hetta blóðrensl og kyknuvirksemið.
Hendan samansetingin kann føra til skjótari og sterkari hárvøkstur.
Kost- og lívsstílsbroytingar
At tryggja nøktandi kost, fáa tað rætta kostískoyti og minka um stress, kann betra um samlaða virksemið av øllum viðgerðum.
Vit leggja dent á at vegleiða og ráðgeva í mun til kost, vitaminir/mineralir,kostískoyti o.a, sum er til gagn fyri júst teg.