Dermapen®/Micro-Needling
- Nov 11, 2019
- 2 min read
Updated: Mar 22, 2024

Við Dermapen 4 bjóða vit mest framkomnu og nýskapandi tøkni innan medisinska mikro-needling viðgerð
Hvat er mikro needling?
Micro-needling er ein viðgerðarháttur, sum á sera munadyggan hátt betrar um húðgóðskuna. Til viðgerðina verður nýtt eitt elektroniskt tól, ein dermapennur við 16 heilt fínum nálum, sum prika eina mongd av heilt smáum holum í húðina. Holini virka sum kanalir, sum geva atgongd til tey djúpru løgini av húðini. Dýpdin verður tillagað eftir, hvat økið á kroppinum verður viðgjørt, og hvønn trupulleika vit viðgerða. Stutta tíð eftir viðgerðina latast holini í húðini aftur og gera ikki sár á húðina.
Viðgerðin viðførir ein "kontrolleraðan skaða" sum stimbrar húðina, ávirkar fleiri regenerativar faktorar og stimbrar fibroplastkyknum til m.a, at framleiða nýtt kollagen og elastin í húðini.
.Viðgerð til allan kroppin
Fínar linjur
Rukkur
Stórar poknur
Hyperpigmentering
Sólskaðar
Strekkmerki
Leysa húð
Tunnan hárvøkstur/hármiss
Akni arr
Arr*
*Hevur serfunktión til viðgerð av arvevnaði.
Umframt at viðgerða andlit, háls og décolleté, er eisini møguligt at viðgerða eitt nú, hendur, búk, knø, húð innanlærs og á ørmum.

Viðgerðin
Doyvandi krem verður lagt á húðina umleið hálvan tíma undan viðgerðini. Áðrenn viðgerðin byrjar, verður eitt hyaluronríkt gel lagt á húðina, sum inniheldur virkin evni lagað til viðgerðartørvin.
Eftir viðgerðinna kann húðin vera nakað reyð og ein kølandi og fuktgevandi maska verður løgd á húðina.
Tað er ymiskt, hvussu nógvum viðgerðum tørvur er á. Tað veldst eitt nú um hvussu húðin er og hvørjir húðtrupuleikarnir eru.
Vanligt er við umleið 2-6 viðgerðum við 4-6 vikur millumbilum.
Umráðandi er at nýta krem við faktor 50 í 2-3 vikur eftir viðgerð.
Úrslit
Eftir 1-2 vikum kunnu jalig úrslit síggjast av viðgerðini, men tað tekur umleið 8-10 vikur áðrenn metast kann um endaliga úrslitið.
Micro-needling kann við sera góðum virknaði kombinerast við aðrar viðgerðir, eitt nú PRP/Bio-PRF og LED-ljós vidgerð.
Prísur
Andlit: 1.900,- (inkl. LED-ljós viðgerð)
Andlit, hálsur, déclolleté: 2.500,- (inkl. LED-ljós viðgerð)
Kropp (t.d búk, lør, ella annað): 2.500,-
(Avsláttur verður givin við keyp av 3 ella fleiri viðgerðum)
