top of page

Bio-PRF (Húðviðgerð)



Bio-PRF er ein viðgerðandi, lekjandi og fyribyrgjandi kyknuviðgerð. Talan er um kollveltandi reparatiónsskipan, sum aktiverar og stimbrar stamkyknuaktivitet júst har, sum kroppinum tørvar tað.


Bio-PRF (Platelet Rich Fibrin) verður eisini nýtt innan ortopedi og ítróttarmedisin umframt húð/hár. Felagsnevnarin er, at hetta er ein regenerativ viðgerð, ið brúkar tína egnu vakstrarmegi.


Viðgerðin er grundað á endurskapan av beinagrind, vøddum, feitti, húð og hári, ið alt er av avgerandi týdningi fyri okkara lekjan og elding. Bio-PRF ávirkar fleiri regenerativar faktorar og stimbrar m.a fibroplastkyknur, sum framleiða kollagen og elastin.


Hetta kann viðgerðin gera fyri teg

  • Minka linjur og rukkur í húðini

  • Festa leysa húð í andliti og á kroppi

  • Javna húðalitin

  • Minka poknur

  • Minka arr

  • Endurskapa húðina

  • Fáa sár at grøða

  • Stimbra vøkstri av beinagrind

  • Fyribyrgja hármissi og fáa hár at vaksa aftur (inkl. eygnabrýr)

  • Minka um strekkmerkir (stria)

  • Bøta um sólskaðar


Bio-PRF-viðgerð verður ofta brúkt til andlit og háls, men kann eisini nýtast á øðrum økjum á kroppinum, har mett verður, at tørvur er fyri tí.


Hvussu gongur viðgerðin fyri seg?

Talan er um eina heilt natúrliga viðgerð, har títt egna blóð verður sentrifugerað, soleiðis at blóðpláturnar verða skildar frá, og síðani lagt inn í økið, sum skal viðgerðast.


Húðin verður skannað áðrenn og eftir viðgerð. Soleiðis kunnu vit betur meta um viðgerðartørvin og eftirmeta úrslitið av viðgerðini.


Doyvandi krem verður lagt á húðina umleið hálvan tíma undan viðgerðini. 

Vit seta tveir tímar av til viðgerðina.

Bio-PRF verður lagt inn í húðina við tunnari nál (mesoterapi) og stemplað inn í húðina við Dermapen (micro-needling).



Úrslitið av viðgerðini sæst best eftir 8-12 vikur, men sjónligur munur sæst ofta alt fyri eitt.


Hóskar viðgerðin til øll?

Ovurviðkvæmi er ikki at síggja og øll kunnu viðgerðast. Einastu bólkarnir, ið ikki kunnu viðgerðast, eru barnakonur og bløðarar.


Hvussu nógvar viðgerðir?

1-3 viðgerðir verða viðmæltar alt eftir, hvat útgangsstøðið er. Um tørvur er á fleiri viðgerðum, skulu helst ganga umleið 4-6 vikur millum viðgerðirnar.


Langtíðarárin av viðgerðini

Tá ið nøktandi úrslit eru staðfest av viðgerðini, heldur úrslitið sær í umleið 12-18 mánaðir.


Prísur

Bio-PRF inkl. shockwave x 1 og LED-ljósviðgerð x 2: 5.000,-

Viðlíkahaldsviðgerð: 3.500,-


bottom of page