AWT (Acoustic Wave Therapy) er viðgerð við trýstbylgjum, sum hevur framúr góð árin á appelsinhúð, niðurbróting av feittkyknum og uppstramman av húð
Viðgerð til andlit og kropp
AWT er munadygg til niðurbróting av feittkyknum, uppstramman av húð, og styrkir/betrar um húðbygnaðin.
Viðgerð:
Cellulite (appilsinhúð)
Bindivevnaðin/vætufyllingar
Feittgoymslur (andlit og kropp)
Strekkmerki (stria)
Arr
Uppstramman av húð (andlit og kropp)
Trýstbylgjurnar bróta bindivevnaðin millum feittkyknurnar, soleiðis at hesar gerast minni sjónligar sum buglur undir húðini.
Hitaorkan frá trýstbylgjunum brýtur niður feittkyknur og kollagentrevjar. Kroppurin byrjar so sína egnu lekingargongd, soleiðis at feittsýrurnar og feittkyknurnar natúrliga verða skildar út umvegis gróðrarvatnsskipanina.
Tá kollagentrevjurnir byggja seg upp av nýggjum verður smidleikin og blóðrenslið í húðini betri.
Vanliga verður viðgjørt tvær ferðir um vikuna og tørvur er oftast á umleið 8-10 viðgerðum.
AWT (Acoustic Wave Therapy) er ein av teimum fáu viðgerðarhættunum á marknaðinum, ið er FDA góðkendur.
Prísur
Shockwave (andlit): 500,-
(8 viðgerðir): 3.500,-
Shockwave (undirhøku + andlit): 700,-
(8 viðgerðir): 4.900,-
Shockwave (kroppur): 800,-
(8 viðgerðir): 5.600,-