top of page

Akupunktur 2



Akupunktur, sum er ein partur av TCM (Traditional Chinese Medicine) er ein holistiskur viðgerðarháttur, sum við at aktivera orkuna í kroppinum skapar javnvág og stuðlar undir kroppsins egnu lekingarmøguleikar. Akupunktur verður nýtt bæði viðgerðandi, fyribyrgjandi og linnandi.



Akupunkturviðgerð hevur góðan virkna í samband við:


  • Autoimmuna sjúku

  • Hormonelt órógv

  • Fertilitetstrupuleikar

  • Brátt íkomna og kroniska pínu

  • ítróttarskaðar- eisini akuttar

  • Vøddaspenningar

  • Migrenu og ovurviðkvæmi.


Eisini verður akupunkturviðgerð nógv nýtt í samband við strongd, ovurviðkvæmi, roykiavvenjing og fyri at minka um matarhugin.

Ofta er akupunktur við til at stuðla undir vesturlendska læknaviðgerð og er í summum førum við til at minka um heilivágsnýtsluna.

Viðgerðin kann hava linnandi virknað á hjáárin av heilivági, eitt nú í samband við t.d kemoviðgerð.



Eitt bland av nútímans akupunktur-teknikkum og siðbundnum kinverskum akupunkturi verður ofta nýtt:



Omanfyri nevndu viðgerðarháttir kunna í flestu førum vera nýttir sum høvuðsviðgerð.

Fyri at fáa besta viðgerðarúrslit, velja vit tó ofta eina samantvinnan av relevantum viðgerðarháttum.

Hetta verður gjørt út frá tørvi og metan í hvørjum einstøkum føri.



Heimsheilsustovnurin WHO viðurkennir akupunktur sum viðgerðarhátt í samband við fleiri ymiskar heilsutrupulleikar:


  • Pínu

  • Giktasjúkur í vøddum og liðum

  • Høvuðpína/migrena

  • Ryggtrupulleikar

  • “Frysta” øksl

  • Tennisalboga

  • Maga- og tarmsjúkur

  • Eksem

  • Trupulleikar við blóðrenslinum

  • Immunsjúkur

  • Hormonelt órógv

  • Ovurviðkvæmi

  • Kvalma



Prísur

Fyrsta viðtala og viðgerð: 700,-

Fylgjandi viðgerðir: 550,-

Akupunktur + Akupressur massaga/cupping: 600,-

Akupunktur + EMTT (Magnet viðgerð) 900,-

(Avsláttur verður givin við keyp av 6, ella fleiri viðgerðum)

Roykistopp

(íroknað koliltumáting og kanning av lungavirkni): 500,-

Eygnaviðgerð (AkuNova)

20 viðgerðir og sjóntest x 2: 7.000,-

Viðlíkahaldsviðgerð x 1 pr mánað (2 viðgerðir á degnum):450,-

Akupunktur húðviðgerð

Nálaviðgerð, akupressur massaga, gua-sha, cupping massaga og LED-ljós viðgerð: 1.000,-

(6 vðgerðir) 5.000,-


Siri Sore er útbúgvin akupunktørur, er RAB (Registreret Alternativ Behandler) og limur í Danske Terapeuter


bottom of page