top of page

Roykistopp



Tað eru nógvar góðar orsøkir til at gevast at roykja, bæði fyri teg sjálvan og tey sum tú er saman við. Fyri at liva eitt heilsugott lív og fyribyrgja sjúku er ein tann størsta og mest umráðandi avgerðum tú kann taka, at gevast við at roykja


Tað er lætt at gevast – men trupult ikki at byrja aftur!

Akupunkturviðgerð kann hjálpa tær at leggja av at roykja. Viðgerðin hjálpir við at minka um likamligar og sálarligar "abstinensir", sum kunnu merkjast fyrstu tíðina eftir at tú ert givin at roykja. Viðgerðin hjálpir harumframt kroppinum at sleppa av við tey eiturevni, sum hava rúgvað seg upp í kroppinum.


Viðgerð

Smáar nálir (permanálir) verða settar á oyra og verða sitandi í umleið 7 dagar.

Møguleiki er eisini fyri at viðgerða við nálum, sum verða settar á oyra og á kroppin í umleið hálvan tíma.


Lungakanning

Í sambandi við viðgerðina er møgulleiki fyri at fáa eina koliltu-mátan og at kanna títt lungavirkni. Kanningarnar kunnu geva eina ábending um, hvørja ávirkan roykingin hevur á tín kropp og lungu.


Prísur

Roykistoppviðgerð (íroknað koliltumáting og kanning av lungavirkni): 500,-


Siri Sore er útbúgvin akupunktørur, er RAB (Registreret Alternativ Behandler) og limur í Danske Terapeuter


bottom of page