
Akupunktur, sum er ein partur av TCM (Traditional Chinese Medicine) er ein holistiskur viðgerðarháttur, sum við at aktivera orkuna í kroppinum skapar javnvág og stuðlar undir kroppsins egnu lekingarmøguleikar. Akupunktur verður nýtt bæði viðgerðandi, fyribyrgjandi og linnandi.
Viðgerðin hóskar væl í samband við t.d autoimmuna sjúku, hormonelt órógv, fertilitetstrupuleikar, brátt íkomna og kroniska pínu, ítróttarskaðar, vøddaspenningar, migrenu og ovurviðkvæmi. Eisini verður akupunktur nógv nýtt í samband við strongd, roykiavvenjing, og fyri at minka um matarhugin.
Heimsheilsustovnurin WHO viðurkennir akupunktur sum viðgerðarhátt í samband við fleiri ymiskar heilsutrupulleikar:
Pínu
Giktasjúkur í vøddum og liðum
Høvuðpína/migrena
Ryggtrupulleikar
“Frysta” øksl
Tennisalboga
Maga- og tarmsjúkur
Eksem
Trupulleikar við blóðrenslinum
Immunsjúkur
Hormonelt órógv
Ovurviðkvæmi
Kvalma
Viðgerðin kann hava linnandi virknað á hjáárin av heilivági, eitt nú í samband við kemoviðgerð.
Ofta er akupunktur við til at stuðla undir vesturlendska læknaviðgerð og er í summum førum við til at minka um heilivágsnýtsluna. Í viðgerðini verður eitt bland av av nútímans akupunktur-teknikkum og siðbundnum kinverskum akupunktur ofta nýtt.
Nútímans akupunktur er sera effektivt móti bæði kroniskari og akuttari pínu, eitt nú ítróttar- og overvingsskaðar, rennaraknø, overving av mjadnum, pínu í akslum, pínu í nakka, koyrlabrestskaða, hald í rygginum, iskiaspínu og tennis/golf-alboga.
Í samband við akupunkturviðgerð kann m.a. eisini vera nýtt:
Triggerpunkt akupunktur
Akupressur massaga
Cupping
Elektro stimulatión
Oyraakupunktur
AkuNova
NADA
o.a