Orthokinviðgerðin er við til at útseta ella heilt at sleppa undan tørvinum á eini møguligari skurðviðgerð við at gagnnýta kropsins egnu lekingarmøguleikar
Viðgerðin
Við orthokinviðgerð (serumviðgerð) verða 60 ml av blóði tinkir við eini serligari sproytu við glaskúlum í, ið stimbra hvítu blóðkyknunum mekaniskt. Hvítu blóðkyknurnar framleiða IL-1RA og fleiri vakstrarfaktorar, ið eru við til at viðlíkahalda bróskið í liðunum.
Blóðið verður síðani sprænt inn í liðirnar, ið eru raktir av slitgikt. Vanliga verða 6 innspræningar givnar yvir eitt tíðarskeið upp á 3 til 6 vikur.
Orthokinviðgerðin verður kombinerað við Shockwave viðgerð.
Positiv árin av Orthokinviðgerð
Pínan í liðunum verður niðursett markant
Stirvnið hvørvur og smidleikin í liðunum gerst størri
Niðurbrótingin av liðunum steðgar
Úrslitini vísa, at 6 mánaðir eftir viðgerð er pínan hjá sjúklingum, ið eru serumviðgjørdir, í miðal farin niður í eina helvt - og í summum førun er virknaðurin enn størri.
Av tí at orthokineviðgerð bert nýtir lekingarmøguleikar, sum eru í kroppinum frammanundan, eru eingi hjáárin.
Málbólkurin fyri hesa viðgerð er serliga eldri fólk, ið hava lætt ella moderat slit í stóru liðunum (øksl, albógva, handliði, mjødn, knæi og fótliði). Viðgerðin verður bert givin sjúklingum, ið hava varðveitt minst helvtina av bróskinum í liðunum.
Comments