Viðgerðarprinsippið er meinlíkt PRP/BIO-PRF, men í staðin fyri blóð verður mergur, ið inniheldur stóra mongd av stamkyknum, nýttur. Bæði blóð og beinmergur innihalda tilfar, sum hava ein týðandi leiklut í samband við uppbygging av vevnaði.
Kroppurin inniheldur stamkyknur alt lívið og kann brúka hesar stamkyknur, tá ið spesifikkur tørvur er á teimum eitt nú til at gera húð- ella vøddakyknur. Sostatt endurnýggjar kroppurin vevnaðin alla tíðina. Í summum pørtum av kroppinum, eitt nú tarmunum ella beinagrindini deila stamkyknur seg javnan fyri at gera kropsvevnað til viðlíkahald og endurnýggjan.
Stamkyknur hava tann eginleika, at tær kunnu menna og greina seg í nógvum ymiskum vevnaði í kroppinum. Stamkyknur útvunnar úr beinmergi innihalda eina hægri mongd av lekjandi og endurskapandi evnum enn PRP/BIO-PRF, sum er útvunnið úr blóði.
Máttmiklasti viðgerðarháttur
Við tí tøkni, sum vit kenna í dag, er talan um máttmiklasta viðgerðarháttin yvirhøvur innan lívfrøðiliga regenerativa viðgerð av slitgikt og sinuskaðum.
Stamkyknuviðgerð verður nýtt í serliga truplum førum í sambandi við ítróttaskaðar (sinu- og vøddakaðar) og slit.
Hesin sami viðgerðarháttur verður t.d, nýttur á Traumesektións- serdeildini á Ríkissjúkrahúsinum.
Comments