top of page

nSTRIDE APS



Viðgerðin við nSTRIDE kann minka um niðurbróting av bróski í liðum, linna um pínu og økja um mobilitetin


Viðgerðin

nSTRIDE APS-viðgerðin (Autologis Proteine Solution) er PRP (Platelet Rich Plasma) sum er modifiserað við at tilseta eitt anti-inflammatoriskt protein til PRP-úrdráttin úr blóði. 

Inflammatorisku proteinini IL-1 og TNFa, sum eru við til at skunda undir niðurbróting av bróski í liðunum, skulu blokerast fyri at minka um niðurbrótingina og linna um pínuna. 

nSTRIDE APS viðgerðin skundar undir framleiðslu av proteinum, sum forða fyri inflammatorisku evnunum/cytokinunum IL-1 og TNFa. 


Viðgerðin er ein einstøk inspræning í liðini sum eru ávirkað av sliti.


Hvør kann viðgerðast?

nStride APS kann nýtast har heilsuorsøkin er slit/slitgikt og allir aldursbólkar kunnu viðgerðast.


Viðgerðin verður supplerað við shockwave og eftir tørvi eisini við stamkyknuviðgerð.


Eftir nSTRIDE viðgerðina er umráðandi, at hava lágan aktivitet í 1-2 vikur. Annars er ongin avmarking eftir viðgerð.



Comments


Commenting has been turned off.
bottom of page