
LED ljós-viðgerð gagnnýtir lekjandi og stimbrandi evnini hjá ljósi at yngja/lekja húðina.
Gjøgnumtreingjandi og linnandi LED ljósið verður rættað djúpt inn í húðkyknurnar fyri at stimbra teirra innaru funktiónir og blóðrenslinum í húðini. Virkar sera væl ímóti eitt nú akni, fínum og djúpun linjum í húðini, ójøvnum húðtóna og opnum poknum. Húðin fær eina fríska og sunna útsjónd.
”LED Therapy” var upprunaliga ment av NASA til at skunda undir lekjan av post-operativum arrvevnaði. Hetta var gjørt við at senda low-level ljós-orku niður í djúpara kyknuvevnaðin. At ljósviðgerðin hevði yngjandi ávirkan á fríska húð, var ein tilvildarlig, men jalig uppdagan.
Soleiðis ávirka ymisu ljóslitirnir:
Reytt ljós – økir um blóðsirkulatiónina, regenererar huðkyknur, hevur uppstrammandi virkna, og stimulerar dannan av kollagen og elastin, Er pínulinnandi og aktiverar aktivar ingrediensir, t.d í samband við PRP/iPRF viðgerð
Blátt ljós – drepur bakteriur, viðgerð akni/minkar um títtleikan av útbrot av akni, og betrar um sensitiva húð.
Grønt ljós – anti-age, minkar um rukkur og fínar linjur í húðini. Fyribyrgir og linnar sensitiva húð.
Gult ljós – fyri reyðdamda húð, sprongd blóðkør, rosacea og sólskadda húð.
Viðgerðin er skjót og effektiv og tekur millum 30 og 40 minuttir. Okkara LED ljós-viðgerð er ein effektiv sjálvstøðug viðgerð, eins og hon kann brúkast saman við nærum øllum kosmetiskum viðgerðum.