Nógvar álvarsligar infektiónssjúkur kunnu fyribyrgjast við koppseting, bæði sjúkur, ið koma fyri í okkara parti av heiminum – og um meiri “eksotiskar” og álvarsligar sjúkur, sum man kann fáa, um tú ferðast uttanfyri Norðurevropa.
Summar sjúkur eru lívshættisligar, uttan møguleika fyri viðgerð – og har einasti møguleiki er fyribyrgjandi koppseting.
Koppseting áðrenn ferðina, kann verja ímóti eitt nú:
-
Gulur fepur (virussjúka í Suðuramerika og Afrika)
-
Japanskt Encephalitis (virussjúka í Fjareystri, ið gevur álvarsligan heilabruna)
-
Hepatitis A (livrabruni í stórum pørtum av heiminum)
-
Hepatitis B (kroniskur livrabruni í stórum pørtum av heiminum)
-
Tyfus (álvarsligar salmonellainfektiónir)
-
Kolera (álvarslig vatnborin sjúka)
Summi ferðandi kunnu eisini hava gagn av koppseting fyri:
-
Meningitis (heilahinnubruni)
-
Tuberklar
-
Rabies (hundaøði)
Umframt onnur fyribyrging, eitt nú malariaheilivágur til ferðandi, ið ferðast til lond, har malaria er útbreidd.
Serlækni í intern medisin, infektiónsmedisin og tropusjúkum
BRÚK FYRI HJÁLP?
PRÍSIR FYRI KOPPSETING OG FERÐARÁÐGEVING