top of page

UROLOGISK INDIKATIÓN

vaskuler erektil dysfunktión

5 % av 40 ára gomlum, 10 % av 50 ára gomlum og upp í 25 % av monnum eldri enn 65 ár hava trupulleikar við standingini. Talan kann vera um niðursettan potens ella impotens. Trupulleikar við at halda standingini eru vaksandi við árunum.

Erektil dysfunktión

​

Umframt aldur eru fleiri orsøkir til trupulleikarnar:

​​

  • Trupulleikar við blóðrenslinum

  • Sálarlig viðurskifti

  • Hormonel viðurskifti

  • Niðursett nervafunktión ella nervasjúkur

  • Hjáarin av heilivági

​

Ofta eru fleiri orsøkir samstundis og ikki bara ein einstøk orsøk til trupulleikarnar.
 

​

Bogin penis (devatio penis)

​

Viðføddur skeivleiki á penis er sjáldsamur og kemur fyri hjá umleið 1%. Peyronies sjúka kemur fyri hjá upp í 9% og talið veksur við árunum.

​

Hvat er bogin penis?

Bogin penis sæst við standing og kann hava við sær kosmetiskan ella funktionellan ampa. Trupulleikin kann vera viðføddur ella íkomin. Íkomni trupulleikin nevnist eisini Peyronies sjúka - ella Induratio penis plastica - sum er bruni í kapslinum í svøllilikaminum

​

Eyðkenni fyri bognum penis, sum antin bara síggjast ella eru ringast við standing:

​

  • Við viðføddum trupulleika eru oftast kosmetisk árin, men við ógvusligum boga kunnu trupulleikar vera við samlegu

  • Peyronies sjúka kann geva eyman plátuformaðan knút í kapslinum í svøllilikaminum

  • Bogin penis kann vera so ógvusligur, at trupulleikar eru við samlegu

  • Tímaglasskap

  • Trupulleikar við standing

 

Viðgerð

 

Tað er skjalfest, at shockwave viðgerð hevur betri ávirkan á erektila dysfunktión sammett við medisinska viðgerð. Viðgerðin krevur ikki heilivág ella skurð. Talan er ikki um doyving, og eingi hjáárin eru.

 

Besta úrslitið fæst við 6 viðgerðum, sum fevna um tíðarskeið á 3-6 vikur. Hvør viðgerð tekur á leið 20 minuttir.

 

Í serliga truplum førum kann verða neyðugt at samantvinna shockwave viðgerð við liquid PRF ella Albumin + Liquid PRF.

​

PERO SORE

Serlækni í intern medisin, reumatologi og ítróttarmedisin

BRÚK FYRI HJÁLP?

 

Ring til okkara á telefon


22 30 21

 

ella send ein teldupost til

​

medcare@medcare.fo

PRÍSIR FYRI VIÐGERÐIR

FÁ SAMBAND VIÐ OKKUM

bottom of page