Shockwave viðgerð
top of page

Shockwave viðgerð



Sjokkbylgjuviðgerð er ein alt meira nýttur viðgerðarháttur. Viðgerðartíðin er stutt og sera effektiv, pínulinnandi og í nógvum førum eitt alternativ til skurðviðgerð


Tá talan er um kroniskar sinuskaðar vísa granskingar, at shockwave hevur virknað í 77% av førunum, tá aðrir viðgerðarhættir ikki hava givið úrslit.Tøknin er kend frá 1980’unum, sum viðgerð fyri nýra- og gallsteinar, men í dag er viðgerðin ment so  hon ikki bara er destruktiv men eisini regenerativ og revasculariserandi.

RSW - radial shockwave

Trýstbylgur verða skapaðar, tá trýstluft sendir eina projektil móti eini metalflatu, sum liggur at húðini. Rørslan hjá projektilinum verður broytt til trýsbylgjur, tá hon rakar metalflatuna, og verður soleiðis yvirførd til skadda vevnaðin undir húðini.


FSF og DFSW - fokal og defokal shockwave

Trýstbylgjur verða skaptar við einum elektromagnetiskum spola, sum í einum lukkaðum vatnkamari skapar chockbylgjur. Shockbylgjan verður stillað, so hon rakar rætt á skadda økið.FSW/DFSW shockbylgur inniheldur munandi størri orku enn RSW og hevur tí betri og meira effektivan virkna.


Bæði sløgini av trýstbylgjum flyta orku til vevnaðin sum ljóðbylgur. Í báðum førum verður orka flutt til viðgerðarøkið og hevur her positiv árin á metabolismu og blóðrensl í vevnaðinum. Hetta er soleiðis við til at betra um endurgeringarevnið hjá likaminum. Trýst- og sjokkbylgjur eru soleiðis við til at betra um lekjandi evnini sum kroppurin longu hevur.


Um viðgerðina

  • Er ikki invasiv

  • Krevur ikki doyving ella medisinering

  • Eingin skurðviðgerð

  • Skjót viðgerð (upp í 30 minuttir)

  • Fá ella eingi hjáárin

  • Í flestu førum pínulinnandi eftir fyrstu viðgerð

  • Munandi kliniskt respons sæst ofta upp í 6-12 vikur eftir viðgerð

  • Stimbrar vøkstri í beinagrind

  • Stimbrar permabilitet í kyknum

  • Stimbrar leysgevan av vakstrarfaktorum, sum aftur stimbra lekingarevninum hjá likaminum

  • Stimbrar stamkyknum í skadda økinum

  • Økir neovaskularisatión (nýggj blóðkør)

  • Stimbrar fibroblaster-kyknum í endurgerð av vevnaði

  • Brýtur niður skaddan vevna og kálksamlingar


Indikatiónir í ortopedi/fysiurgi, overvan og ítróttaskaðar

  • Myosur

  • Tendinitur

  • Osteopati

  • Leking av brotum

og fleiri aðrar indikatiónir umframt lipomatosis dolorosa (Dercum syndrom)


Viðgerð av kroniskum sárum

Stimbrar leking av kroniskum sárum – ikki bert diabetes-sárum men eisini av brunasárum, psoriasis o.ø.

Urologisk indikatión

Erektil dysfunktionViðgerðarprinsipp við støði í revaskularisering


Kosmetisk viðgerð

Hátøknifrøðiliga viðgerðin kann nýtast til kosmetiska viðgerð av m.a rukkum í húðini, leysari húð og appelsinhúð. Eisini kann viðgerðin minka um feitt á kroppinum, og er hon tá effektivari enn onnur tøkni, sum vit kenna í dag.


Undan, eftir og meðan shockwave-viðgerð verður nýtt, verður frámælt at nýta steroidir, NSAID (Brufen, Voltaren ella líknandi) og ís, tá hetta mótvirkar evninum hjá kroppinum at lekjast. Viðgerðin skal ikki nýtast til barnakonur, og um tú er í viðgerð við blóðtynnandi heilivági.



bottom of page