top of page

PRP/PRF viðgerð


PRP/PRF viðgerð (Platelet-rich plasma/fibrin) brúkar innspræningar av plasma við høgari konsentreratión av blóðplátum hjá sjúklinginum sjálvum fyri at skunda undir leking av sinum, liðbondum, vøddum, liðum o.ø. 


PRP/PRF skundar á hendan hátt undir náttúrligu lekingina hjá kroppinum og tí eru eingi hjáárin.

In according of wich kind of stam cell product is optimally for indicated therapy, it is possible to prepare solid PRF, liquid PRF, albumin + liquid PRF, or combination treatment.

PRP/PRF kann nýtast til:

  • Viðgerð av ítrótta-, overvings- og arbeiðsskaðum

  • Sinuskaðar. Tað kann vera tennis- ella golfalbogar ella bruni í hælspora ella svangasinu

  • Bruna í akslasinu, eisini irritatión í supraspinatus sinu (rotatorcuff)

  • Bruna í hælsinum og sinum í knæskelini (patellasinur)

  • Bróskskaðar í liðum (øksl,knæi, menisk uttan ruptur, økli, mjadnarliði, stórutá, álboga eller tummilfingri.

  • Allar brátt íkomnar vøddaskaðar og fiburspreingingar, soleiðis at ein bert hevur brúk fyri einum stuttum steðgi í sambandi við hesar skaðar, eitt nú fiburspreingingar í lærvødda og tennisleggi. 


Úrslit

80% gerast frí fyri sjúkueyðkenni eftir at hava fingið eina viðgerðarrøð við tveimum innspræningum og tilhoyrandi endurvenjing eftir hálvum ári. Hini 20% fáa tað munandi betri. Størsti parturin av lekingini gongur fyri seg tær fyrstu 10 vikurnar, men tað hevur víst seg at ein líðandi betring heldur á í eitt hálvt ár og upp í 2 ár eftir viðgerðina. Sostatt er tað sjáldan at støðan versnar aftur, soleiðis sum tað kann henda við blokaduviðgerð við binýrabarkhormoni.


Viðgerð av kroniskum sárum

  • diabetisk sár og ulcer

  • gangrene sár

  • brunasár

  • kronisk ulcer á beinum


Onnur kronisk sár kunnu lekjast við PRP og/ella a-PRF viðgerð, antin sum einsæris viðgerð ella saman við clotalyst ella shockwave viðgerð.


Viðgerð av kroniskum sárum er skiftandi, men kann krevja upp til 5 viðgerðir við millumbilum á 1-2 vikur.


Húð- og hárviðgerð

Viðgerðin er grundað á endurskapan av beinagrind, vøddum, feitt, húð og húð. Alt faktorar, sum eru partur av elding okkara. PRP/PRF ávirkar fleiri regenerativar faktorar og stimbrar beinagrind, kyknum, feitti og fibroplastkyknum, sum framleiða kollagen og elastin. Kanningar vísa, PRP/PRF-viðgerð fyri húð og hár hevur virknað í upp til 12-18 mánaðir.


Vaskuler erektil dysfunktión

Impotens viðgerð (erektil dysfunktion), sum er grundað á vánaligt blóðrensl.

PRP verður givið sum eingangsviðgerð innan kosmetik og urologi, meðan talan aloftast er um fleiri viðgerðir við millumbilum á 2-3 vikur, tá talan er um ítróttaskaðar og overvan.




bottom of page