Útgreinan 

 

Okkara fokus er nágreinilig útgreinan/kanning, soleiðis at vit hava best møguligt vitanargrundarlag undan sjálvari viðgerðini.

Ein neyv diagnosa er avgerandi grundarlagið fyri kunning, viðgerð og ráðgeving. 

Serkunnleiki og nýggjasta viðgerðar og kanningartøkni gevur møguleika fyri at kunna veita optimalar kliniskar kanningar og viðgerðir.

 

MedCare hevur tól av hægstu dygd til kanning og viðgerð av sjúku og skæðum í rørsluskipanini.

Vit hava nýggjastu útgerð innan ultraljóðskanning, mikroskopi, og hava harumframt einasta kapilar mikroskop i landinum.

Ultraljóðskanning:

Verður nýtt til útgreinan av sjúku ella skaðum í rørsluskipanini, og sum hjálpitól til viðgerð í samband við  t.d blokadu, PRP, orthokine og liðpunktur.

Mikroskop:

Verður nýtt til kanning av liðvætu. Hetta kann ávísa liðinfektión og podagra ella slit.

Kapillær mikroskop:

Verður nýtt til, at nágreiniliga diagnostisera ymisk sløg av  bindivevnasjúku.

 

Vit hava atgongd til elektroniska patient journal, lívevnafrøðiligar og radiologiskar kanningar.

                                                                                 

Tel. 22 30 21

 Útgreinan

Kunning

Viðgerð

Ráðgeving