Shockwave

 

Shockbylgjuterapi er ein effektivur og alt meira nýttur viðgerðarháttur. Viðgerðartíðin er stutt og sera effektiv, pínulinnandi og í nógvum førum eitt alternativ til kirurgiska viðgerð.

Tá talan er um kronisku sinuskaðar vísa granskingar, at shockwave hevur virknað í 77% av førunum, tá aðrir viðgerðarhættir ikki hava rigað.

Tøknin er kend frá 1980’unum, og varð hon tá nýtt at knúska nýra- og gallsteinar.

Í dag er viðgerðin ment, og er hon ikki longur bert destruktiv men eisini regenerativ og revasculariserandi.

 

1994 ortopedi/muskuloskeletal (beinagrind og sinur)

1996 vøddar og spasmur

2004 akupunktur og dermatologi (viðgerð av brunasárum og sárum)

2005 kronisk prostatisma

2006 kosmetik (kropsskap og –feitt)

2007 psoriasis

2010 erektil dysfunktión

 

Shocwave-útgerð er modular, t.v.s. radial (RSW), fokalt (FSW), defokal (DFSW) og V-actor (vibratiónsviðgerð).

 

RSW - radial shockwave

Trýstbylgur verða skapaðar, tá trýstluft sendir eina projektil móti eini metalflatu, sum liggur at húðini. Rørslan hjá projektilinum verður broytt til trýsbylgjur, tá hon rakar metalflatuna, og verður soleiðis yvirførd til skadda vevnaðin undir húðini.

 

FSF og DFSW - fokal og defokal shockwave

Trýstbylgjur verða skaptar við einum elektromagnetiskum spola, sum í einum lukkaðum vatnkamari skapar chockbylgjur. Shockbylgjan verður stillað, so hon rakar rætt á skadda økið.

FSW/DFSW shockbylgur inniheldur munandi størri orku enn RSW og hevur tí betri og meira effektivan virkna.

 

Bæði sløgini av trýstbylgjum flyta orku til vevnaðin sum ljóðbylgur. Í báðum førum verður orka flutt til viðgerðarøkið og hevur her positiv árin á metabolismu og blóðrensl í vevnaðinum.

Hetta er soleiðis við til at betra um endurgeringarevnið hjá likaminum. Trýst- og shockbylgjur eru soleiðis við til at betra um lekjandi evnini sum kroppurin longu hevur.

 

Viðerðar mekanisma:

  • initialisera pro – bruna faktorar í vevnaði                                          

  • stimbra vøkstri í beinagrind  

  • stimbrar permabilitet í kyknum      

  • stimbrar leysgevan av vakstrarfaktorum, sum aftur stimbra lekjandi  evninum hjá likaminum

  • stimbra stamkyknum í skadda økinum                        

  • økir neovaskularisatión (nýggj blóðkør)    

  • stimbrar fibroblaster-kyknum í endurgerð av vevnaði                                        

  • niðurbrýtur skaddan vevna og kálksamlingar

 

Viðgerðin;

  • er ikki invasiv

  • krevur ikki doyving ella medisinering

  • eingin skurðviðgerð 

  • skjót viðgerð, op til 30 minuttir

  • fá ella eingi hjáárin

  • í flestu førum pínulinnandi eftir fyrstu viðgerðina

  • munandi klinisk respons sæst ofta upp til 6-12 vikur eftir viðgerð

 

Indikatiónir í ortopedi/fysiurgi, overvan og ítróttarmedisin

  • myosur                          

  • tendinitur

  • osteopati

  • leking av brotum og fleiri aðrar indikatiónir umframt lipomatosis dolorosa (Dercum syndrom)

 

Viðgerð av kroniskum sárum

  • Stimbran lekjanini av kroniskum sárum – ikki bert diabetes-sárum, og er eisini effektiv sum viðgerð av brunasárum, psoriasis v.m.

 

Urologiskar indikatiónir

  • Erektil dysfunktion

  • Viðgerðarprinsipp við støði í revaskularisering.

 

Kosmetisk viðgerð

  • Umframt omanfyrifyrinevnda kann hátøknifrøðiliga viðgerðin nýtast til kosmetiska viðgerð av m.a rukkum í húðini, leysari húð og appelsinhúð. Eisini kann viðgerðin minka um feitt á kroppinum, og er hon tá effektivari enn onnur tøkni, sum vit kenna í dag.

 

 

Undan, eftir og meðan shockwave-viðgerð verður nýtt, verður frámælt at nýta steroidir, NSAID (Brufen,Voltaren ella líknandi) og ís, tá hetta mótvirkar evninum hjá kroppinum at lekjast.

Viðgerðin skal ikki nýtast til barnakonur, og um tú er í viðgerð við blóðtynnandi heilivági.

 

.  

Tel. 22 30 21

 Útgreinan

Kunning

Viðgerð

Ráðgeving