PRP (Platelet Rich Plasma)

 

Innspræningsviðgerð við blóði frá sjúklinginum sjálvum

Roynt verður at flyta seg burtur frá at viðgera sjúkueyðkenni við binýrabarkhormoni (steroid) og í staðin fara yvir til eina meira lívrunna, aktiva og varðandi viðgerð. Steroid blokada virkar bert antiinflamatoriskt, og er ikki regenererandi ella revaskulariserendi.

Vit liva ikki uttan blóð. Blóð er alla staðni í kroppinum, og tí kann blóð/plasma nýtast á øllum støðum í kroppinum.

PRP er stytting fyri Plátur, Ríkt og Plasma. Her er talan um sera stórt tal av blóðplátum í eini lítlari nøgd av plasma.

Blóðplátur hava týðandi leiklut, tá blóðið storknar, men samstundis innihalda blóðplátur:

 

  • cytokinur, samskifta við kyknur og framprovokera kyknudeiling og migratión, sum er støðið undir náttúrligari leking    

  • blóðplátur, sum framleiða vakstrarfaktor (PDGF) 

  • transforming vakstrarfaktor I og II (TGF)  

  • chemokinur (pro-inflamatoriskar activation-provokerandi cytokinur)  

  • vaskular endotelial vakstrarfaktor (VEGF)  

  • epidermal vakstrarfaktor (EGF) 

  • serotonin, epinephrine, histaminir, interleukin (IL)-1

 

og fleiri onnur proteinur, íroknað adheion protein, sum er grundleggjandi fyri revaskularisering, kollagen-framleiðslur og lekjan.

 

Vanliga byrjar eitt sár at lekjast eftir 10 minuttum, og hetta heldur fram í 7-10 dagar við stimulering av angionesu (revaskularisering) og kollagen-framleiðslu umframt hæmostasu, inflammatión, regeneratión og endurgerð.

PRP skundar undir náttúrligu lekingina hjá kroppinum.

 

PRP kann nýtast til:

  • Viðgerð av ítrótta-, overvings- og arbeiðsskaðum

  • Sinuskaðar. Tað kann vera tennis- ella golfalbogar ella bruni í hælspora ella svangasinu

  • Bruni í akslasinu, eisini irritatión í supraspinatus sinu (rotatorcuff)

  • Bruni í hælsinum og sinum í knæskelini (patellasinur)

  • Bróskskaðar í liðum (øksl,knæi, menisk uttan ruptur, økli, mjadnarliði, stórutá, álboga eller tummilfingri.

 

Allir brátt íkomnir vøddaskaðar og fiburspreingingar, soleiðis at ein bert hevur brúk fyri einum stuttum steðgi í sambandi við hesar skaðar. T.d. fiburspreingingar í lærvøddi og tennisleggi. 

Innspræningin verður gjørd við ultraljóðvegleiðing, soleiðis at hon neyvt rakar staðið, har skaðin er.

 

Úrslit

80% gerast frí fyri sjúkueyðkenni eftir at hava fingið eina viðgerðarrøð við tveimum innspræningum og tilhoyrandi endurvenjing eftir hálvum ári. Hini 20% fáa tað munandi betri. Størsti parturin av lekingini gongur fyri seg tær fyrstu 10 vikurnar, men tað hevur víst seg at ein líðandi betring heldur á í eitt hálvt ár og upp í 2 ár eftir viðgerðina. Sostatt er tað sjáldan at støðan versnar aftur, soleiðis sum tað kann henda við blokaduviðgerð við binýrabarkhormoni.

 

Viðgerð av kroniskum sárum

  • diabetisk sár og ulcer

  • gangrene sár

  • brunasár

  • kronisk ulcer á beinum

 

Onnur kronisk sár kunnu lekjast við PRP-viðgerð, antin sum einsæris viðgerð ella saman við clotalyst ella shockwave viðgerð.

 

Kosmetisk viðgerð

Viðgerðin er grundað á endurskapan av beinagrind, vøddum, feitt og húð. Alt faktorar, sum eru partur av elding okkara.

PRP ávirkar fleiri regenerativar faktorar og stimbrar beinagrind, kyknum, feitti og fibroplastkyknum, sum framleiða kollagen og elastin.

Kanningar vísa, at kosmetisk PRP-viðgerð hevur virknað í upp til 12-18 mánaðir.

 

Urologiskar indikatiónir

  • impotens viðgerð (erektil dysfunktion), sum er grundað á vánaligt blóðrensl.

 

PRP verður givið sum eingangsviðgerð innan kosmetik og urologi, meðan talan aloftast er um fleiri viðgerðir við millumbilum á 2-3 vikur, tá talan er um ítróttaskaðar og overvan.

Viðgerð av kroniskum sárum er skiftandi, men kann krevja upp til 5 viðgerðir við millumbilum á 1-2 vikur.

 

PRP gagnnýtir einvíst teir lekingareginleikar, sum kroppurin hevur frammanunda, og tí eru eini hjáárin.

Tel. 22 30 21

 Útgreinan

Kunning

Viðgerð

Ráðgeving