Sjokkbylgjuviðgerð er ein alt meira nýttur viðgerðarháttur. Viðgerðartíðin er stutt og sera effektiv, pínulinnandi og í nógvum førum eitt alternativ til skurðviðgerð
Tá talan er um kroniskar sinuskaðar vísa granskingar, at shockwave hevur virknað í 77% av førunum, tá aðrir viðgerðarhættir ikki hava givið úrslit.Tøknin er kend frá 1980’unum, sum viðgerð fyri nýra- og gallsteinar, men í dag er viðgerðin ment so hon ikki bara er destruktiv men eisini regenerativ og revasculariserandi.
RSW - radial shockwave
Trýstbylgur verða skapaðar, tá trýstluft sendir eina projektil móti eini metalflatu, sum liggur at húðini. Rørslan hjá projektilinum verður broytt til trýsbylgjur, tá hon rakar metalflatuna, og verður soleiðis yvirførd til skadda vevnaðin undir húðini.
FSF og DFSW - fokal og defokal shockwave
Trýstbylgjur verða skaptar við einum elektromagnetiskum spola, sum í einum lukkaðum vatnkamari skapar chockbylgjur. Shockbylgjan verður stillað, so hon rakar rætt á skadda økið.FSW/DFSW shockbylgur inniheldur munandi størri orku enn RSW og hevur tí betri og meira effektivan virkna.
Bæði sløgini av trýstbylgjum flyta orku til vevnaðin sum ljóðbylgur. Í báðum førum verður orka flutt til viðgerðarøkið og hevur her positiv árin á metabolismu og blóðrensl í vevnaðinum. Hetta er soleiðis við til at betra um endurgeringarevnið hjá likaminum. Trýst- og sjokkbylgjur eru soleiðis við til at betra um lekjandi evnini sum kroppurin longu hevur.
Um viðgerðina
Er ikki invasiv
Krevur ikki doyving ella medisinering
Eingin skurðviðgerð
Skjót viðgerð (upp í 30 minuttir)
Fá ella eingi hjáárin
Í flestu førum pínulinnandi eftir fyrstu viðgerð
Munandi kliniskt respons sæst ofta upp í 6-12 vikur eftir viðgerð
Stimbrar vøkstri í beinagrind
Stimbrar permabilitet í kyknum
Stimbrar leysgevan av vakstrarfaktorum, sum aftur stimbra lekingarevninum hjá likaminum
Stimbrar stamkyknum í skadda økinum
Økir neovaskularisatión (nýggj blóðkør)
Stimbrar fibroblaster-kyknum í endurgerð av vevnaði
Brýtur niður skaddan vevna og kálksamlingar
Indikatiónir í ortopedi/fysiurgi, overvan og ítróttaskaðar
Myosur
Tendinitur
Osteopati
Leking av brotum
og fleiri aðrar indikatiónir umframt lipomatosis dolorosa (Dercum syndrom)
Viðgerð av kroniskum sárum
Stimbrar leking av kroniskum sárum – ikki bert diabetes-sárum men eisini av brunasárum, psoriasis o.ø.
Urologisk indikatión
Erektil dysfunktionViðgerðarprinsipp við støði í revaskularisering
Kosmetisk viðgerð
Hátøknifrøðiliga viðgerðin kann nýtast til kosmetiska viðgerð av m.a rukkum í húðini, leysari húð og appelsinhúð. Eisini kann viðgerðin minka um feitt á kroppinum, og er hon tá effektivari enn onnur tøkni, sum vit kenna í dag.
Undan, eftir og meðan shockwave-viðgerð verður nýtt, verður frámælt at nýta steroidir, NSAID (Brufen, Voltaren ella líknandi) og ís, tá hetta mótvirkar evninum hjá kroppinum at lekjast. Viðgerðin skal ikki nýtast til barnakonur, og um tú er í viðgerð við blóðtynnandi heilivági.
Les meira: https://www.eswt.info/en/
Comments