LED (Light Emitting Diode) Low-level Light Therapy (LLLT) er viðgerð við ljósi við ávísum bylgjulongdum til at fremja leking í kyknum og betra og skunda undir leking og endurnýgging av húð og vevnaði
Viðgerðin kann verða brúkt einsamøll ella sum partur av eftirviðgerð. Av tí at ljósorkan er so veik, stendst eingin skaði á vevnaðin.
Hvussu riggar tað?
Viðgerðin er ikki-invasiv. Ljóshøvdið verður sett omanfyri økið, ið skal viðgerast. Ljósorkan fer gjøgnum húðina og inn í vevnaðin og hvussu djúpt veldst um styrkina. Orkan ávirkar vevnaðin á kyknustøði og skundar undir leking, minkar pínu og annað.
Við at samantvinna viðgerðarhættir er møguleiki fyri enn betri úrslitum.
Viðgerðin verður nýtt til:
Trupulleikar við sárum eftir coronar bypass
Diabetisk gangrene
Diabetisk ulcer
Ikki diabetisk ulcer
Sár, sum ikki lekjast
Líktorn (clavus)
Brunasár
Kronisk radiodermitis eftir stráluviðgerð
Commenti