LED-ljósviðgerð
top of page

LED-ljósviðgerð



LED ljós-viðgerð gagnnýtir lekjandi og stimbrandi evnini hjá ljósi at betra um hárvøkstur og yngja/lekja húðina


Gjøgnumtreingjandi og linnandi LED ljósið verður rættað djúpt inn í húðkyknurnar fyri at stimbra teirra innaru funktiónir og blóðrenslinum í húðini. Virkar sera væl ímóti eitt nú akni, rosacea, sólskadda húð, fínum linjum í húðini, ójøvnum húðtóna og opnum poknum.


Í samband við hármiss og tunnan hárvøkstur, so stimbrar viðgerðin nýggjan hárvøkstur, minkar um hármiss, og gevur tættari hárvøkstur og betri hárgóðsku.

”LED Therapy” var upprunaliga ment av NASA til at skunda undir lekjan av post-operativum arrvevnaði. Hetta var gjørt við at senda low-level ljós-orku niður í djúpara kyknuvevnaðin. At ljósviðgerðin hevði yngjandi og lekjandi ávirkan á fríska húð, var ein tilvildarlig, men jalig uppdagan.


LED-ljós viðgerðin hevur eisini sera góðan virkna í samband við sárviðgerð.


 

Soleiðis ávirka ymisu ljóslitirnir:


Reytt ljós – økir um blóðsirkulatiónina, stimbrar hársekkirnar, regenererar huðkyknur, hevur uppstrammandi virkna, og stimulerar dannan av kollagen og elastin.

Er pínulinnandi og aktiverar aktivar ingrediensir, t.d í samband við PRP/Bio-PRF viðgerð.

Blátt ljós – drepur bakteriur, viðgerð akni/minkar um títtleikan av útbrot av akni, og betrar um sensitiva húð.

Grønt ljós – anti-age, minkar um rukkur og fínar linjur í húðini. Fyribyrgir og linnar sensitiva húð.

Gult ljós – fyri reyðdamda húð, sprongd blóðkør, rosacea og sólskadda húð.

 

Viðgerðin er skjót og effektiv. LED ljós-viðgerð er ein effektiv sjálvstøðug viðgerð, eins og hon verður brúkt í kombinatión við okkara húð- og hárviðgerðir.


Prísur

Led-ljósviðgerð: 350,-

(8 viðgerðir): 2.450,-



bottom of page