
Tíð og liviumstøður seta síni spor. Andliti og kroppurin eru ein spegil, ið speglar tína lívssøgu, heilsu og sinnisstøðu. Stúran og sjúka kunnu vera atvoldin til ójavnvág, ið sæst á andliti og kroppi
Húðyngjandi viðgerð til andlit og kropp
Hetta er viðgerðin til tín, sum á ein natúrligan hátt vil betra um og minka um tey aldurstekin, sum eru vorðin sjónlig, ella um tú á ein natúrligan hátt vil styrkja tína húð og fyribyrgja neiligum broytingum.
Viðgerðin er lagað til tann einstaka og er bygd á meginreglur í siðbundnum kinverskum medisini. Hetta merkir at støði verður tikið í øllum kroppinum - tí heila menniskjanum.
Viðgerð
Smáar sterilar einnýtisnálir verða nýttar til andlit og kropp. Viðgerðin umfatar eisini akupressur massagu, gua-sha og cupping massagu. Cupping er ein vakuum massaga, sum betrar um blóðrenslið, bindivevnaðin og um kyknuendurnýggjan.
Sjálvt prikið av nálunum økir um framleiðsluna av kollagen í húðini, ið er eitt protein, sum hjálpir til at halda huðina glatta og elastiska.
Harumframt arbeiður tú við vøddunum í andlitinum, við at fáa vøddar til at slappa av, ella gera vøddar fastar.
Viðgerðin hevur m.a sera góðan virkna í samband við sonevndu mimisku linjurnar ímillum eygnabrýr, á pannu, við eygu og munn.
Úrslit
Longu eftir fyrstu viðgerð ber til at merkja mun. Húð og vøddar í andlitinum kennast og síggja sunnari.
Talið av viðgerðum er tengt at tínum aldri, lívsstíli og hvussu húðin er. Vanliga er nokk við 5-6 viðgerðum og síðani uppfylgjandi viðgerðum við umleið 6-8 vikur millumbilum.
Hvør viðgerð tekur umleið hálvanannan tíma.