top of page

Húðviðgerð við Akupunktur




Tíð og liviumstøður seta síni spor. Andliti og kroppurin eru ein spegil, ið speglar tína lívssøgu, heilsu og sinnisstøðu. Stúran og sjúka kunnu vera atvoldin til ójavnvág, ið sæst á andliti og kroppi


Húðviðgerð til andlit og kropp

Hetta er viðgerðin til tín, sum vil betra um húð, musklar, bindivevna, og harvið minka um neilig árin, sum eru vorðin sjónlig vegna aldur og/ella heilsustøðu.

Viðgerðin vil, á ein natúrligan hátt, styrkja tína húð og fyribyrgja neiligum broytingum.

Viðgerðin er lagað til tann einstaka og er bygd á meginreglur í siðbundnum kinverskum medisini. Hetta merkir at støði verður tikið í øllum kroppinum - tí heila menniskjanum.


Viðgerð

Viðgerðin umfatar:

  • Nálaviðgerð

  • Akupressur massaga

  • Gua-sha

  • Cupping

Smáar sterilar einnýtisnálir verða nýttar til andlit og kropp.

Sjálvt prikið av nálunum økir um framleiðsluna av m.a kollagen í húðini, ið er eitt protein, sum hjálpir til at halda huðina sunna, glatta og elastiska.

Harumframt arbeiður tú við vøddunum í andlitinum, við at fáa vøddar til at slappa av, ella gera vøddar fastar.

Viðgerðin hevur m.a sera góðan virkna í samband við sonevndu mimisku linjurnar ímillum eygnabrýr, á pannu, við eygu og munn.



Úrslit

Longu eftir fyrstu viðgerð ber til at merkja mun. Húð og vøddar í andlitinum kennast og síggja sunnari út.

Talið av viðgerðum er tengt at tínum aldri, lívsstíli og hvussu húðin er. Vanliga er nokk við 6-8 viðgerðum og síðani uppfylgjandi viðgerðum við umleið 8-12 vikur millumbilum.


Hvør viðgerð tekur umleið hálvanannan tíma.


Prísur

Akupunktur (húðviðgerð)

Nálaviðgerð, akupressur massaga, Gua-sha, cupping: 800,-

(6 viðgerðir): 4.000,-




bottom of page