Orthokine

 

Viðgerðin er við til at útseta tørvin á eini møguligari skurðviðgerð.

Viðgerð av slitgikt við teimum lekingarmøguleikum, sum longu eru í mannakroppinum.

Slitgikt er ein pínufull niðurbróting av bróskinum millum liðini, og orsøkirnar kunnu vera fleiri. Tað kann vera arvaligt, ella komast av vekt ella overving av liðunum orsakað av arbeiði, ella í samband við íðkan av ítrótti. Sjúkueyðkennini eru pína og rørslutarnan. Í fyrstani er pínan bert í sambandi við rørslu, men við tíðini er pínan eisini, meðan sjúklingurin er í hvílustøðu.

 

Viðgerð

Við orthokinviðgerð (serumviðgerð) verða 60 ml av blóði tikið við eini serligari sproytu. Í sproytuni eru glaskúlur, ið stimbra hvítu blóðkyknunum mekaniskt. Hvítu blóðkyknurnar framleiða IL-1RA og fleiri vakstrarfaktorar, ið eru við til at viðlíkahalda bróskið í liðunum. Blóðið stendur í eina nátt í hitaskápi, ið er 37 hitastig, og harvið verða eggjahvítaevnini miðsavnað.

Undir viðgerðini verður úttiknað blóðið annars goymt við 21 kuldastigum. Blóðið verður síðani sprænt inn í liðirnir, ið eru raktir av slitgikt. Vanliga verða 6 innspræningar givnar yvir eitt tíðarskeið upp á 3 til 6 vikur.

Viðgerðin verður kombinerað við shockwave.

 

Orthokinviðgerð hevur stórt árin:

  • pínan í liðunum verður niðursett markant

  • stirvnið hvørvur og smidleikin í liðunum gerst størri

  • niðurbrótingin av liðunum steðgar 

 

Úrslitini vísa, at 6 mánaðir eftir viðgerð er pínan hjá sjúklingum, ið eru serumsviðgjørdir, í miðal farin niður í eina helvt - og í summum førun er virknaðurin enn størri.

Viðgerðin verður bert givin sjúklingum, ið hava varðveitt minst helvtina av bróskinum í liðunum. 

 

Av tí at orthokineviðgerð bert nýtir lekingarmøguleikar, sum eru í kroppinum frammanundan, eru eingi hjáárin.

 

Málbólkurin fyri hesa viðgerð er serliga eldri fólk, ið hava lætt ella moderat slit í stóru liðunum.

(øksl, albógva, handliði, mjødn, knæi og fótliði)

 

Tel. 22 30 21

 Útgreinan

Kunning

Viðgerð

Ráðgeving