KOSMETISKAR VIÐGERÐIR
stimbran av kropsins egnu regenerativu møguleikum
Út frá eini hugsjón um heildarviðgerð og fyribyrgjan bjóðar MedCare eina røð av kosmetiskum viðgerðum, sum allar verða framdar av serútbúnum lækna og sjúkrarøktarfrøðingi.
Serviðgerðir
Vit bjóða slóðbrótandi og virknar viðgerðir, sum í størst møguligan mun eru grundaðar á stimbran av kropsins egnu regenerativu møguleikum, eitt nú stammkyknustimbran/PRP/i-PRF, shockwave o.a.
Heildarhúðviðgerð og røkt
Í samband við viðgerð verður atlit tikið til heilsu, lívsstíl og kost. Avbjóðingar sum t.d sjúka, strongd og hormonellar broytingar, kunna eisini hava árin á húð, hár og bindivevnað.
Skanning av húð
Vit nýta nýggjastu kanningartøkni til at skanna húðina áðrenn viðgerðin byrjar og eftir at úrslitið fyriliggur.
Á tann hátt kunnu vit nágreinuliga síggja standin av húðini, meta um viðgerðartørv og eftirfylgjandi meta um úrslit.
Samantvinnan av viðgerðum
Møguleiki er fyri at seta saman ymiskar viðgerðir, alt eftir tínum ynski og tørvi.
Viðtala
Tú er vælkomin til eina ókeypis og óbindandi viðtalu, har vit kunnu tosa um hvørjir møguleikar eru, og hvat er best fyri júst teg.
Kosmetiskar viðgerðir
Sjúkrarøktarfrøðingur og akupunktørur
BRÚK FYRI HJÁLP?
Ring til okkara á telefon
22 30 21
ella send ein teldupost til