Kosmetisk shockwave

AWT (Acoustic Wave Therapy)

 

Endiliga ein kropsviðgerð, sum virkar! Trygg og munadygg viðgerð, ið er ment av medisinalfyritøkuni STORZ Medical.

 

AWT (Acoustic Wave Therapy) er trýstbylgjur, og vóru hesar upprunaliga nýttar til at knúsa nýrastein við og síðani til viðgerð av vødda- og liðskaðum.

Tað vísti seg eisini, at skipanin hevði framúr góð árin á cellulite/appelsinhúð, niðurbrótan av feittkyknum og uppstramman av húð.

 

Trýstbylgjurnar bróta upp bindivevnaðin millum feittkyknurnar, soleiðis at hesar ikki longur bugla út gjøgnum húðina.

Hetta skapar hitaorku í feittkyknunum og kollagentrevjunum, ið verða niðurbrotin av hitanum.

Kroppurin byrjar so sína egnu lekingargongd, soleiðis  at feittsýrurnar og feittkyknurnar náttúrliga verða skildar út umvegis gróðrarvatnsskipanina.

Tá kollagentrevjurnir verða skaddar, byrja tær at byggja seg upp av nýggjum. Hetta førir við sær at smidleikin og blóðrenslið í húðini verður betri.

 

AWT verður nýtt til viðgerð av bæði andliti og kroppi.

 

Góðu úrslitini gera hesa skipanina væl egnaða til viðgerð av cellulite/appilsinhúð, bindivevnaðinum/vætufyllingum, feittgoymslum, strekkmerkum (stria) og arrum.

Er munadygg til uppstramman av húðini og styrkir og betrar um húðbygnaðin.

 

Tað verður vanliga viðgjørt 2 ferðir um vikuna. Tørvur er oftast á umleið 8-10 viðgerðum.

 

AWT (Acoustic Wave Therapy) er ein av teimum fáu viðgerðarhættunum á marknaðinum, ið er FDA góðkendur.

 

 

Les meira um Shockwave:

 

 

 

 

 

 

 

 

Tel. 22 30 21

 Útgreinan

Kunning

Viðgerð

Ráðgeving