Kosmetisk PRP (Platelet Rich Plasma)

 

Kosmetisk PRP - Dracula Therapy™ er ein viðgerð, ið serliga vendir sær til fólk, ið vilja hava ein meira náttúrligan, langtíðar virkandi hátt at yngja kropp og andlit, uttan nýtslu av eftirgjørdum evnum ella djóravørum.

 

PRP er stytting fyri Platelet Rich Plasma.Viðgerðin verður eisini nýtt innan ortopedi og ítróttarmedisin, umframt tað estetiska. Felagsnevnarin er, at hetta er ein regenerativ-viðgerð við tíni egnu vakstrarmegi, og er ein háttur, har evnini hjá kroppinum at endurgera seg eru grundarlagið undir viðgerðini.

 

Viðgerðin er grundað á endurskapan av beinagrind, vøddum, feitt og húð. Alt faktorar, sum eru partur av elding okkara. PRP ávirkar fleiri regenerativar faktorar og stimbrar fibroplastkyknum, sum framleiða kollagen og elastin.

Talan er um kollveltandi reparatiónsskipan, sum staðsetur vakstrar-/regenerativar faktorar júst har, sum kroppurin tørvar tær.

 

Hvat kann viðgerðin gera fyri teg

  • Minka linjur/rukkur í húð

  • Betra um leysa húð

  • Javna húðalitin

  • Minka poknur

  • Minka arr

  • Endurskapa húðina

  • Fáa sár at grøða

  • Stimbra vøkstri av beinagrind

  • Fyribyrgja hármiss og fáa hár at vaksa aftur

  • Minka um strekkmerkir (stria)

  • Bøta um sólskaðar

  • Minka posar undir eygunum

  • Hendur, knø og décolleté

 

 

Kosmetisk PRP-viðgerð verður ofta nýtt til andlit/háls, men kann nýtast á teimum økjum á kroppinum, har mett verður at tørvur er fyri tí.

PRP-viðgerð hevur sera góðan virkna á økir, sum kunnu vera trupul at viðgerða, t.d. hendur, knø og décolleté.


Hvussu gongur viðgerðin fyri seg
Hetta er ein heilt náttúrlig viðgerð, har nýtt verður egið blóð.
Hetta verður gjørt við at taka nakað av venublóð, ið síðani verður hvørviskilt, soleiðis at blóðpláturnar verða miðsavnaðar og tiknar frá. Síðani verður hetta sprænt inn í økið, sum skal viðgerðast.

 

Doyvandi krem verður lagt á húðina og virkar í umleið ½ tíma. Sjálv viðgerðin tekur umleið 30 min.
PRP verður lagt inn í húðina við tunnari sproytunál, ella verður PRP stemplað inn í húðina við Dermapenni Oftast verða hesir báðir viðgerðarhættir samantvinnaðir.

 

Hvørjar tilgongdir fara fram í sambandi við viðgerðina
PRP er ein yngjandi og fyribyrgjandi kyknuviðgerð, sum gjøgnum vakstrarmegi-/regenerativar faktorar í okkara blóðkyknum stimbra kyknuendurnýggjanina í húðini, umframt framleiðsluna av kollagen og elastin.

Úrslitið av viðgerðini sæst best eftir 8-12 vikur, men sjónligur munur sæst ofta alt fyri eitt.

 

Hóskar viðgerðin til øll
Ovurviðkvæmi er ikki at síggja, øll kunnu viðgerðast. Einastu bólkarnir, ið ikki kunnu viðgerðast, eru barnakonur og bløðarar.

 

Hvussu nógvar viðgerðir:
Tað verður viðmælt at ein fær 1-3 viðgerðir, alt eftir, hvussu útgangsstøðið er.
Um tørvur er á fleiri enn einari viðgerð, skulu helst ganga umleið 4-6 vikur ímillum viðgerðirnar.

 

Langtíðarárin av viðgerðini:
Tá íð viðgerðin er farin fram, og nøktandi úrslit er staðfest, heldur úrslitið sær einar 12-18 mánaðir.

 

 

Dr. Daniel Sister er maðurin aftanfyri PRP-Dracula viðgerðina. Hann hevur ment sína egnu útgerð og sínar viðgerðarháttir til brúk av PRP á bæði kropp, andlit og til hármiss.Les meira um hann her.

 

Hetta er eisini ein sera góð fyribyrgjandi viðgerð. Tað er altíð lættari at fyribyrgja enn at umvæla.

 

Les meira um PRP:

Tel. 22 30 21

 Útgreinan

Kunning

Viðgerð

Ráðgeving