Kosmetisk akupunktur

Tíðin og lívsumstøgur seta síni spor. Andlitið er ein spegil, í speglar tína lívssøgu, heilsu og sinnisstøðu. Stúran og sjúka kunnu vera atvoldin til ójavnvág, ið sæst á andlit og kropp. 

Húðyngjandi viðgerð

Kosmetisk akupunkturviðgerð er ein virkin viðgerð, ið kann yngja um andlitið, uttan at knívur ella innspræning verður nýtt.

Viðgerðin er laga til tann einstaka og er bygd á meginreglur í siðbundnum kinverskum medisini. Hetta merkir at  støði verður tikið í øllum kroppinum - heila menniskjanum.

 

Viðgerðin umfatar akupunktur, andlits/akupressur massagu og aðrar siðbundnar viðgerðarhættir.

Smáar sterilar einnýtisnálir verða nýttar til andlit og kropp. Viðgerðin umfatar eisini andlits cupping. Hetta er ein mild vakuum massaga, sum betrar um blóðrenslið, bindivevnaðin og betrar um cellunýggjan.

Hevur sera góðan virkna í samband við sonevndu mimisku linjur ímillum eygnabrýr, á pannu, við eygu og munn. Sjálvt prikið av nálunum økir um framleiðsluna av kollagen í húðini. Kollagen er eitt protein, sum hjálpir við til at halda huðina glatta og elastiska. Viðgerðin hevur eisini tann virkna, at teir veiku vøddarnir verða stimbraðir og teir vøddarnir, sum arbeiða mest, verða umlættir.

Viðgerðin hjálpir til at minka um posar og myrkar rendir um eyguni og yvirskotsvætu í andlitinum.

 

Kosmetisk akupunktur er sera vælegna sum fyribyrgjandi viðgerð

Royn hesa viðgerð, um tú vil betra um og minka um tey aldurstekin, sum eru vorðin sjónlig, ella um tú á ein nattúrligan hátt vil styrkja tína húð og fyribyrgja neiligum broytingum.

 

Úrslit

Longu eftir fyrstu viðgerð ber til at merkja mun. Húð og vøddar í andlitinum kennast sunnari og síggja sunnari út.

 

Talið av viðgerðum er tengt at tínum aldri, lívsstíli og hvussu húðin er. Vanliga er nokk við 5-6 viðgerðum og síðani uppfylgjandi viðgerðum umleið einaferð um mánaðin. 

 

 

Les meira um akupunktur:

Tel. 22 30 21

 Útgreinan

Kunning

Viðgerð

Ráðgeving