Heilsu- og lívsstílskanningar

 

Ein Medcare-heilsukanning kann ikki staðfesta ella avvátta sjúku, men kann geva eitt innlit í tína heilsustøðu og vera við til at avdúka heilsuvandar og ein óhepnan lívsstíl

Hvussu ávirkar tín lívsstílur teg?

Ein gerandisdagur fyltur við uppgávum og strongd kann føra til minkandi orku og avlopsmegi. 

Kroppurin verður ofta utsettur fyri neilig árin, orsaka av teimum tilvitaðu og ótilvitaðu vælum vit gera, og okkara vanum í dagliga lívinum. 

 

Ein heilsu- og lívsstílkanning kann geva eina ábending um hvussu tín lívsstílur ávirkar teg og tín kropp, og við vegleiðing vera eitt amboð til at kunna broyta neiligar vanar.

Hjá MedCare kunna vit m.a bjóða fyribyrgjandi heilsukanningar til einstaklingar og fyritøkur.

Tað eru serlæknar og sjúkrarøktarfrøðingar við drúgvum heilsufakligum royndum, sum hava ábyrgd av og veita heilsukanningar.

Kanning:

            

  • Spurnarblað/samrøða                                                                           

  • Blóðtrýst og puls                                               

  • Blóðsukur                                                            

  • Total kolesterol                                                    

  • HDL og LDL                                                          

  • Triglyserid                                                          

  • Lungavirkni (spirometri)                                                        

  • Kulilte mátan (roykjarir)                                     

  • SAT (iltmetningur í blóð)                                    

  • Konditest                                                                               

  • BMI(body-mass-index)                                                                     

  • Feittprosent

  • Bodyage (kropsaldur)

  • Heilsuscore

  • Metan og ráðgeving

 

Útskrift av kanningarúrsliti og nágreiniligt skema/profilur sum vísir tína heilsustøðu.

Prát við sjúkrarøktarfrøðing ella lækna og ráðgeving grundað á kanningarúrslit og samrøðu um lívsstíl og heilsu.

Umframt omanfyrinevndu kanningar kunna vit bjóða hesar kanningar:

BLÓÐKANNING: (bert sum tilval til Basis+ og Heilsuprofil)*

  • Beinmerg/blóðdannan(leukocyttar og trombocyttar)

  • Blóðprosent (hgb)

  • Inflammatión ella infektión (CRP)

  • Livurfunktión (Bas-fos, ALAT)

  • Nýrafunktión (kreatinin)

  • Saltjavnvág (natrium, kalium)

  • Stoffskifti (TSH)

  • D-vitamin 

  • PSA*

*Blóðroynd verður vanliga bert gjørd um man er arvaliga disponeraur fyri prostatakrabba.

URINKANNING: (bert sum tilval til Basis+ og Heilsuprofil)*

(glucose, protein, pH, blóð, nitrit, keton, leukocyttar)

HOYRIKANNING (audiometri) bert sum tilval til Basis+ og Heilsuprofil*

SJÓNKANNING (talva) bert sum tilval til Basis+ og Heilsuprofil*

EKG (hjartamynd) bert sum tilval til Basis+ og heilsuprofil*

*sí undir prísir

 

 

VITAMIN STATUS:

(Ca, Fe, Cu, Mg, Mn, Mo, Se, Zn, folinsyre, Vitamin B6, Vitamin B12)

ALLERGITEST:

(Vísur specifik IgE antistoffer móti 54 allergenum sum mat, djór, mottu, svamp og pollen)

HORMONTEST:

(cortisol, østradiol, østriol, progesteron, DHEA, testosteron)

 

Fyritøkur

Møguleiki er hjá fyritøkum at bjóða sínum starvfólki eina heilsu - og lívsstílskanning.

Flestu serfrøðingar eru á einum máli um, at nógvar sjúkur kunna fyribyrgjast við einum heilsugóðum lívsstíli, og arbeiðsplássi hevur ein stóran leiklut í samband við lívsstíl og trivna hjá sínum starvfólki.

Heilsufremjandi tiltøk á arbeiðsplássinum kunna tíðskil verða við til at avmarka og fyribyrgja heilsutrupuleikum.

 

Vit koma út á tína fyritøku at gera heilsukanningar og veita heilsufakliga vegleiðing og ráðgeving til leiðslu og starvsfólk.

 

Um ávís ynski eru, so kunna vit finna eina loysn sum passar fyri júst tykkara fyritøku.

 

Í samband við heilsukanningar á arbeiðsplássinum er møguleiki fyri at bíleggja kveikjandi og upplýsandi fyrilestrar við Johanna Andreassen, sum er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur við serútbúgving innan kognitiva atferðarterapi, ACT, mindfulness og coaching.

 

Setið tykkum í samband við okkum viðvíkjandi nærri kunning um heilsukanningar á fyritøkuni her:  medcarefo@gmail.com ella skriva til okkum her.