Heilsuváttanir

Kjarnitænastan hjá Sjóvinnulæknanum er at skriva heilsuváttanir í offshore-, kavara- og sjóvinnuni.

Tað er týdningarmikið at hava góða heilsu í hesum vinnum. Deils tí, at í onkrum førum er langt til hjálp um man gerst sjúkur, men eisini tí, at onkur arbeiði innan hesar vinnur eru serliga krevjandi fyri heilsuna.

Kanningin verður framd og ein meting um krøvini til heilsuváttan eru møtt verður gjørd. Í onkrum førum er tørvur á fleiri kanningum, sum eg so kann gera ella ávísa til.

Tað er okkara mál at veita eina skjóta og góða tænastu. Vit royna at svara áheitanum beinavegin. Um tað er tørvur á einari heilsukanning um kvøldið ella um vikuskiftið, so royna vit eisini at ganga hesum á møti.

Aðrar heilsuváttanir til t.d. koyrikort, skúla ella trygging kunna eisini skrivast. 

 

 

 

 

Tel. 22 30 21

 Útgreinan

Kunning

Viðgerð

Ráðgeving