Koppseting og ferðaráðgeving

 

Nógvar álvarsligar infektiónssjúkur kunnu fyribyrgjast við vaksinum. Hetta snýr seg bæði um sjúkur, ið koma fyri í okkara parti av heiminum – men eisini um meira “eksotiskar” og álvarsligar sjúkur, sum man kann fáa, tá ið man ferðast út um Norður Evropa. 

 

Summar av sjúkunum eru lívshættisligar, uttan møguleika fyri viðgerð – og har einasti møguleiki er fyribyrging gjøgnum vaksinatión. 

Dømi um sjúkur, ið man kann verja seg ímóti gjøgnum vaksinatión, áðrenn eina ferð, eru: 

  • Gulur fepur (virussjúka í Suður Amerika og Afrika) 

  • Japansk Encephalitis (virussjúka í Fjarð-Eystri, ið gevur álvarsligan heilabruna)

  • Hepatitis A (livrabruni í stórum pørtum av heiminum)

  • Hepatitis B (kroniskur livrabruni, somuleiðis í stórum pørtum av heiminum)

  • Tyfus (álvarsligar salmonellainfektiónir)

  • Kolera (álvarslig, vatnborin sjúka)

  • Summi ferðandi kunnu eisini hava gagn av vaksinum ímóti:

  • Meningitis (heilahindsbruni)

  • Tuberklum 

  • Rabies (hundaøði)

Harafturat er onnur fyribyrging, so sum malariaheilivágur til ferðandi, ið ferðast til lond, har malaria er útbreidd.

Tey í kunna hava gagn av vegleiðing og koppseting eru:

  • Ferðandi

  • Sjómenn

  • Fólk sum lesa ella arbeiða uttanlands

  • Trúbóðarar

  • Folk við veikari immunverju

  • Folk við kroniskum sjúkum sum td. lungnasjúku, hjartasjúku, giktasjúku og aðrar kroniskar sjúkur

  • Fólk ið fáa medisin sum ger immunverjuna veika sum td. giktaviðgerð, biologiskan heilivág, kemoterapi o.a. medisin

  • Útlendingar búsitandi í Føroyum sum ferðast heim til upprunalond 

  • Fólk við kroniskum sjúkum hava tørv á ráðgeving, har serligt atlit verður tikið til teirra sjúku og lívsstøðu.

 

Øll ferðandi hava nyttu av ferðaráðgeving, inklusivt røttu vaksinatiónina. 


Tel. 22 30 21

 Útgreinan

Kunning

Viðgerð

Ráðgeving