Infektiónsmedisin

 

 

 

 

 

Millum mest vanligu medisinsku sjúkurnar globalt, eru tær akuttu og kronisku infektiónssjúkurnar.

 

Vanligar akuttar infektiónssjúkur eru virusinfektiónir, krím, lungnabruni og bløðrubruni.

Dømir um lívshóttandi álvarsligar infektiónir, eru blóðeitran (sepsis), neuroinfektiónir (heilainfektiónir sum meningitis) og álvarsligar hjarta – og beinagrindsinfektiónir. Dømir um kroniskar infektiónir eru HIV, AIDS, tuberklar og hepatitis (livurinfektión). 

 

Infektiónsmedisinarar diagnostisera og viðgera fyrst og fremst akuttar og kroniskar infektiónir á sjúkrahúsum, og diagnostisera og viðgera harafturat viðføddar immundefektir (veika immunverju). 

 

Harumframt eru infektiónsmedisinarar serfrøðingar í viðgerð av sjúklingum við veikari immunverju orsaka av eitt nú immundempandi giktamedisini, biologiskari giktaviðgerð, organtransplantatión og kemoviðgerð.

Tel. 22 30 21

 Útgreinan

Kunning

Viðgerð

Ráðgeving