SAMBAND

Suðurstíggjur 10

FO-160 Argir

+298 22 30 21

medcare@medcare.fo

Stovnað í 2010

Finn veg 

  • Facebook
  • Instagram

SAMSTARV

© 2019 MedCare | Heimasíða frá savna.fo

MEDCARE HEILSUKANNINGAR

SUNNARI LÍVSSTÍL, FÆRRI SJÚKRADAGAR OG STØRRI LÍVSGLEÐI

MedCare bjóðar fyribyrgjandi heilsukanningar til fyritøkur og einstaklingar, gjørdar av serlæknum og sjúkrarøktarfrøðingum við drúgvum heilsufakligum royndum.

Ein heilsu- og lívsstílkanning kann geva eina ábending um, hvussu tín lívsstílur ávirkar teg og tín kropp, og við vegleiðing vera eitt amboð til at skapa nýggjar vanar. ​Heilsukanningin staðfestir ella avváttar ikki sjúku, men gevur eitt innlit í tína heilsustøðu og er við til at avdúka heilsuvandar og ein óhepnan lívsstíl.

Kanning á fyritøkuni


Vit koma út á tína fyritøku at gera heilsukanningar og veita heilsufakliga vegleiðing og ráðgeving til leiðslu og starvsfólk.

Heilsukanningar kunnu samansetast og tillagast eftir tørvinum á arbeiðsplássinum og um ávís ynski eru, finna vit eina loysn.

Í samband við heilsukanningar fáa øll starvsfólk útskrift av kanningarúrslitum og vegleiðing. Ein frágreiðing verður latin starvsfólkinum við viðmerkingum og tilmælum saman við heilsufaldara við frágreiðingum um einstøku mátingarnar.

 

Starvsfólk sum gera Heilsuprofilkanning fáa harumframt útskrift av heilsuhjóli og útroknað heilsutal.

Heilsukanning Basis, Heilsukanning Basis+ og Heilsuprofilur verða gjørdar hjá fyritøkuni, meðan Heilsukanning Stór verður gjørd í MedCare klinikkini.

 

Møguleiki er at samanseta kanningar eftir ynski og tørvi. Set teg í samband við okkum fyri at hoyra nærri um prísir og møguleikar

Aðrar kanningar

VITAMIN STATUS

Ca, Fe, Cu, Mg, Mn, Mo, Se, Zn, folinsyre, Vitamin B6, Vitamin B12

Inkl. Leukocyttar, hgb, hæmatokritt, trombocyttar

​​

ALLERGITEST

Vísur spesifikk IgE antievni móti 54 allergenum sum mat, djór, mottu, sopp og pollen

​​

HORMONTEST

Cortisol, østradiol, østriol, progesteron, DHEA, testosteron

SIRI SORE

Sjúkrarøktarfrøðingur og akupunktørur

PRÍSIR FYRI HEILSUKANNINGAR

FÁ SAMBAND VIÐ OKKUM

PERO SORE

Serlækni í intern medisin og reumatologi