Viðgerð av kroniskum sárum

Viðgerð av varðandi (kroniskum) sárum er ein tann størsta avbjóðingin innan diaebetes-árin. Sárini eru úrslit av vánaligum blóðrensli ella sum hjáárin av bypass skurðviðgerð.

Prinsippið innan shockwave viðgerð byggir á neorevaskularisation og lekjan av sárflatuni við eNOS (endotelial Nitric Oxide Synthase) og VEGF (Vascular Endotelial Growth Faktor).

PRP-viðgerð skundar undir collagen-syntesu og endurbyggjan av vevnaði við VEGF og EGF (Epidermal Growth Factor), men eisini við at skunda undir fleiri aðrar lekjandi faktorar.

Tað er vísindaliga prógvað, at hesir viðgerðarhættir hvør sær hava munandi ávirkan á lekjan av sárum.

Við at samantvinna viðgerðarhættirnar er møguleiki fyri enn betri úrslitum.

 

Viðgerðin verður nýtt til:

 

  • trupulleikar við sárum eftir coronar bypass diabetisk

  • gangrene

  • diabetiskulcer                                                                                                                               

  • ikki diabetisk ulcer

  • sár, sum ikki lekjast

  • liktorn (clavus)  

  • brunasár

  • kronisk radiodermitis eftir stráluviðgerð

                                                                        

Clotalyst - blóð hjá sjúklingi verður nýtt til framleiðslu av PRP og Thrombin.
Blandað PRP og Thrombin dannar regenerativt gelé, sum skundar undir lekjan av sárum.

 

Les um viðgerðirnar her:

Tel. 22 30 21

 Útgreinan

Kunning

Viðgerð

Ráðgeving