Stamcellu viðgerð

 

Viðgerðarprinsippið er meinlíkt PRP, men ístaðin fyri blóð verður mergur nýttur. Her eru stamkyknurnar (mesenchymal cells).

 

Blóð og beinmergur hava í sær fleiri tilfarslið, sum hava ein lyklaleiklut í samband við uppbyggjan av vevnaði.

 

Stamellur hava teir eginleikar, at tær kunna menna og greina seg í nógvum ymiskum vevnaði í kroppinum.

 

Stamcellur eru útvunnar úr beinmergi og innihelda eina enn hægri mongd av lekjandi og endurskapandi evnum enn PRP, sum er útvunnið av blóði.

Við tøknini, sum vit kenna hana í dag, er her talan um máttmiklasta viðgerðarháttin yvirhøvur, tá talan er um lívfrøðiliga regenerativu viðgerðina av slitgikt og sinuskaðum.

 

Stamcellu viðgerð innan overvan, ítróttaskaðar (sinu og muskulskaðar) og slit, verður nýtt í serliga truplum førum.

 

Viðgerðarháttur og framferð er samlík tí sum verður nýtt á Traumesektións serdeildini á Ríkissjúkrahúsinum, DK.

Tel. 22 30 21

 Útgreinan

Kunning

Viðgerð

Ráðgeving